Tølini siga, at tað gongur einki serligt hjá meistarunum í B36. Hvørki í landskappingini ella á Ólavsøku. Fýra tær seinastu ferðirnar í landskappingini hevur samlaða úrtøkan bara verið tvey stig. B36 hevur ikki vunnið síðani grannauppgerðina, tá ið úrslitið ímóti HB var 1-0.
Ólavsøkutølini síggja heldur einki serlig út. Í fjør eydnaðist tað við neyð og deyð at vinna 1-0 ímóti 07 Vestur. Í fyrraárið fór Víkingur av Ólavsøku við 3-1 sigri, og 26. juli 2009 fór B36 úr Runavík við 3-0 tapi.
NSÍ kemur á Ólavsøku við stórum sjálvsáliti. Sunnudagin eydnaðist at vinna 4-2 á HB í Gundadali, og síðani tá er Viljormur Davidsen komin aftrat. Tað kemur illa við, at sera eyðsýndi Árni Frederiksberg hesa ferð er leikbannaður.
Allir B36 spælararnir eru tøkir uttan Heini í Skorini, sum framvegis er skaðaplágaður. Stigatalvan sigur, at tað bara eru tvey stig frá meistaraliðnum og niður til niðurflytingarplássið. Avrikið í Streymnesi síðsta sunnudag bar boð um, at tað leikliga gongur rætta vegin, og samstundis bar enn eina ferð til at staðfesta, at marginalirnir, sum í fjør vóru í parti við B36, ikki longur eru á somu síðu!









