Verjuspælið var farið í summarfrí, tá ið tað endaði 4-4 millum B36 og vágaliðið, og tað er stór kreppa í B36. Mikudagin endaði tað við 1-0 tapi í steypadystinum í Trongisvági, og í dag endaði tað 4-4 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Hetta er onnur ferðin í ár, at 07 Vestur fer úr Gundadali við einum stigi eftir javnleik ímóti B36. Fyrr í ár endaði tað 2-2, tá ið undirmannaða 07 Vestur javnaði.
Tølini siga, at hetta var ikki dagurin hjá verjunum. Í B36 vóru teir so illa nøgdir við málverjan, at Dan Brimsvík skifti málverjan út. Bjarti Vitalis Mørk avloysti Silas Eyðsteinsson, sum áður hevur verið málverji hjá 07 Vestur, og sum seinastu ferðirnar hevur verið valdur frammanfyri Bjarta Vitalis Mørk.
Úrslitið ber við sær, at B36 hevur 16 stig og er á fimta plássi, og at 07 Vestur er á sætta plássi við 15 stigum. Tríggjar tær seinastu ferðirnar er úrtøkan hjá B36 tvey stig – tap ímóti HB og javnleikur ímóti NSÍ og 07 Vestur.
Hjá 07 Vestur er úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar fýra stig – sigur ímóti EB/Streymi, 5-1 stórtap ímóti Víkingi og í dag javnleikur í Gundadali.
Hálvleiksstøðan var 3-3, og 07 Vestur var fýra ferðir frammanfyri.
Eitt korter var farið, tá ið liðformaðurin Filip Brattbakk legði gestirnar á odda. Uppleggið átti Maxwell Michael Eiffiom.
Átta minuttir seinni javnaði B36. Uppleggið átti Magnus Egilsson, sum var aftur á liðnum eftir langan skaðasteðg, og málskjútti var Jelle van der Heyden, sum smekkaði til av brotsteigarmarkinum.
Fimm minuttir seinni var 07 Vestur aftur á odda. Málskjútti varð skrásettur at vera Benjamin Smales Braithwaite, og tað var Filip Brattbakk, sum átti uppleggið.
Ellivu minuttir undan steðginum javnaði B36 til 2-2. Hannes Agnarsson, sum í dag framrættaður í vinstru, drønstútaði bóltin í málið, eftir at Jann J. Benjaminsen legði innfyri úr høgru.
Og fimm minuttir seinni var Jann J. Benjaminsen óheppin at gera sjálvmál. So var 3-2 til 07 Vestur, og tveir minuttir seinni var 3-3. Miðvallarin Anton Søjberg Horup var málskjútti, og Jelle van der Heyden átti uppleggið.
Tíggju minuttir eftir steðgin var 07 Vestur aftur á odda. Málskjútti var Benjamin Smales Braithwaite og 18 minuttir undan leikloki javnaði Jann J. Benjaminsen, tá ið hann av brotstigarmarkinum setti bóltin í málið.