B36 er favorittur

NordicBet hevur nú boðað frá, hvussu oddsini eru upp á vinnarar og taparar í føroysku fótbóltslandskappingini

Ítróttarvedding

Sambært veddingarfyritøkuni, so er mest sannlíkt, at B36 í ár verða føroyameistrar. Árstalsfelagið gevur pengarnar aftur 2,8 ferðir, um teir endurvinna meistaraheitið. Skála og HB verða roknaðir sum argastur kappingarneytarnar við oddsunum, 3,3 og 4,7, meðan NSÍ gevur pengarnar 7 ferðir aftur.
Um spurningin, hvør flytur niður, siga fyritøkan, at teir meta ÍF sum mest upplagda dumpingarkandidatin. Teir geva pengarnar 2 feðrir aftur, meðan VB/Sumba gevur pengarnar 3 ferðir aftur. GÍ og B68 geva ávíkavist odds 5 og 13.
Eisini ber til at spæla upp á fleiri aðrar veddingarmøguleikar. Eitt nú hvør av tveimum ávísum spælarum skjýtur flest mál í árunum, ella hvat av tveimum liðum endari ovari í landskappingini.

Oddsini frá NordicBet:
Meistarar
B362,80
Skála3,30
HB4,70
NSÍ7,00
KÍ15,00
EB/S30,00
B6850,00
GÍ100,00
VB/S200,00
ÍF300,00

Niðurflyting
ÍF2,00
VB/S3,00
GÍ5,00
B6813,00
EB/S50,00
KÍ100,00
Skála500,00
NSÍ500,00
HB500,00
B36500,00