B36 er eitt stig nærri Evropa

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Oddmar Færø taka samanum 2-2 javnleikin ímóti KÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Oddmar Færø hjá B36, sum við einum góðum stútara bjargaði B36 einum stigi norðuri í Klaksvík, tá B36 og KÍ spældu javnleik 2-2 fyrr í dag.

 

- Fert tú ikki inn í brotsteigin, so fært tú ikki møguleikan at skora við høvdinum, staðfesti Oddmar Færø, tá hann í samrøðuni skuldi greiða frá málinum hann skoraði.

 

Við tapinum hjá HB ímóti AB er B36 sjey stig frammanfyri HB nú bert níggju stig eru eftir at spæla um, og Oddmar Færø gleðist um, at teir í B36 nú eru eitt stig nærri at røkka málinum at sleppa út í Evropa komandi summar.

 

Spurdur um landsliðið svaraði Oddmar Færø, at hann er motiveraður til at gera sítt besta, so Lars Olsen, landsliðsvenjari aftur fer at hugsa um at taka hann út til landsliðið.