Danski Sebastian Pingel, sum var og royndarvandi við B36 í desembur, sigur við heimasíðuna bold.dk, at hann er væl nøgdur við hvussu tað gekst hjá honum her heima.
- Teir manglaðu ein áleypara, so eg fór avstað. Eg vil gjarna víðari við fótbóltinum og royna meg á eitt sindur hægri støði, so hetta var ein góður møguleiki, sigur Pingel og heldur fram:
- Tað gekk sera væl. Teir vóru positivt yvirraskaðir, og tað var eg eisini. Tað tóktist sum eitt gott og málrættað felag. Teir vilja gjarna spæla fótbólt, og støðið var hægri enn tað, sum eg eri vanur við.
Sebastian Pingel, sum er 22 ára gamal, hevur higartil hetta kappingarárið skotið sjey mál fyri Odder í triðbestu deildini. Sambært honum sjálvum, so eru samráðingar við B36 í gongd.
- Vit hava tosað eitt sindur fram og aftur, og eg dugi væl at ímynda meg sjálvan haruppi. Nú fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Sebastian Pingel við bold.dk.
B36-venjarin, Eyðun Klakstein, hevur áður sagt við in.fo, at Sebastian Pingel er ein møguleiki í B36, og at ein avgerð verður tikin eftir ársskiftið.