B36 er einsamalt á toppinum

Bæði í Gundadali og í Sarpugerði endaði tað javnt

B36 er einasta liðið, sum eftir tvey umfør hevur fulla úrtøku.

Eftir 1-0 á heimavølli fyri viku síðani, endaði tað í dag við 2-1 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi.

Brian Jakobsen skoraði bæði málini, og í báðum førinum var tað við høvdinum.

Í fyrra hálvleiki hevði B36 bóltin nógv tann størra partin av tíðini. Eftir steðgin minkaði verjuspælarin Poul G. Olsen um munin eftir horna, og tá var tað størri spenningur og ikki so einvegis, sum tað var í fyrra hálvleiki.

 

Í Gundadali endaði tað 1-1 millum HB og NSÍ. Sera væl upplagdi Petur Knudsen legði NSÍ framum, og Pætur Petersen javnaði, eftir at Tórður Thomsen hevði hálvbjargað, tá ið Adrian Justinussen royndi seg við frísparki.

 

Í Sarpugerði var tað heilt deydligt í fyrra hálvleiki, meðan tað eftir steðgin var framúr lívligt og undirhaldandi.

Sølvi Vatnhamar setti hol á, tá ið hann royndi seg úr spískum í vinstru, Jóannes Bjartalíð javnaði við fínum langskoti og eftir gott uppspæl í vinstru.

Heðin Hansen legði eftir deyðbólti Víking framum 2-1, og Deni Pavlovic javnaði til 2-2 eftir KÍ horna.

 

Á Skála skoraði heimaliðið tvey mál í fyrra hálvleiki og tað bar 2-0 sigur við sær ímóti TB. Málskjúttar vóru útlendsku framrættaðu spælararnir – Søren B. Nielsen og Ronni Møller-Iversen.

 

Eftir vánaliga avrikið í Trongisvági í fyrsta umfari vann AB 2-1 á heimavølli ímóti ÍF, sum harvið hevur tapt tvær ferðir á útivølli.

Bjarki C. Nielsen skoraði bæði AB málini, og fram ímóti dystarenda minkaði miðverjin Dávid Langgaard um munin.

 

EB/Streymur – B36 1-2

0-1: Brian Jakobsen

0-2: Brian Jakobsen

1-2: Poul G. Olsen

 

Víkingur – KÍ

1-0: Sølvi Vatnhamar

1-1: Jóannes Bjartalíð

2-1: Heðin Hansen

2-2: Deni Pavlovic

 

Skála – TB 2-0

1-0: Søren B. Nielsen

2-0: Ronni Møller-Iversen

 

HB – NSÍ 1-1

0-1: Petur Knudsen

 

1-1: Pætur Petersen

 

AB - ÍF 2-1

1-0: Bjarki C. Nielsen

2-0: Bjarki C. Nielsen

2-1: Dávid Langgaard

 

http://www.in.fo/myndasavn/

 

B362200316
Víkingur2110524
NSÍ2110214
Skála2101213
AB2101333
TB2101233
2020222
HB2020112
EB/S2002130
ÍF2002150

 

3. umfar

Sunnudagin 31. mars

KÍ - EB/Streymur

ÍF - TB

Skála - NSÍ

HB - Víkingur

AB - B36