Kanska tað mest óvæntaða úrslitið í ár var tað, tá ið B36 í dag tapti á Argjum. Fyri einari viku síðani flutti AB niður, og tað lá í luftini, at argjamenn fóru at enda aftast. Men soleiðis endaði tað ikki. AB vann 3-2 og við 18 stigum endaði AB tvey stig frammanfyri TB.
Hjá B36 er tapið stórur skelkur, sum í fyrstu atløgu punkterar sjálvsagda málið hjá B36, sum er á hvørjum ári at vera við í europeiskari kapping.
B36 endar á fjórða plássi, og tað vil siga, at B36 fer av Argjum uttan trygd fyri europeiskari luttøku. Treytin fyri, at árstalsfelagið skal vinna europeiskt atgongumerki, er, at HB fer at vinna steypafinaluna, sum verður leygardagin, tá ið HB og B68 fara at spæla á Tórsvølli.
Bjarki C. Nielsen legði B36 á odda ímóti barndómsfelagnum AB. Tá var eitt korter farið, og eitt korter seinni var aftur javnt. Tá var tað fyrrverandi B36 spælarin Brian Jakobsen, sum javnaði til 1-1.
Seks minuttir seinni fekk B36 av álvara ein skelk, tí tá var tað Filip í Liða, sum skoraði. Í báðum førum var tað Marius Kryger Lindh, sum átti AB uppleggi.
20 minuttir undan leikloki eydnaðist tað B36 at javna til 2-2. Aftur var Bjarki C. Nielsen málskjútti, men bara tveir minuttir seinni var AB aftur á sigurskós, og aftur var tað Brian Jakobsen, sum skoraði.
B36 royndi at spenna álopsbogan, og tað vóru spentar støður í báðum endum, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og harvið er tað ein sannroynd, at luttøkan hjá B36 í Europa í 2024 er treytað av, at grannarnir í HB fara at vinna steypafinaluna og harvið bera europeiskt atgongumerki til grannarnar í B36.