B36 er aftur favorittur

Verandi føroyameistararnir úr B36 noyðast aftur í ár at góðtaka, at teir verða mettir sum favorittar at vinna meistaraheitið. Hópurin hjá árstalsfelagnum er kanska tann breiðasti í Formuladeildini, og fær B36 glið á spælið hjá sær, verða teir truplir at steðga

Tað er einki at taka seg aftur í, at árstalsfelagið seinastu mongu árini at kalla á hvørjum ári hava verið millum favorittarnar til gullið, og árið í ár er einki undantak í so máta. Fólkið, sum venjarin Sigfríður Clementsen hevur at ráða yvir, er gott, og hørð kapping er um plássini á liðnum.
 
Nógvir bjóða seg til
Nakað av frágongd hevur verið undan hesum kappingarárinum, men hinvegin er eisini nógv gott fólk komið í felagið. Menn sum Hanus Thorleifsson, ið er komin av Skála, og Sylla Ahmed, sum er komin úr ÍF, fara ivaleyst at vinna sær fast pláss á liðnum, og spennandi verður eisini at fylgja unga sandoyinginum Símun Hansen, sum nú skal royna seg í havnarfelagnum.
Umframt hesar leikarar hevur B36 eisini eina rúgvu av ungum og evnaríkum monnum, sum nú eru eitt ár eldri og av álvara fara at banka upp á dyrnar til besta liðið hjá felagnum.
Ein leikari, sum tey í B36 vænta sær nógv av, er ungi miðvallarin Johan Ellingsgaard. Í fjør slapp Johan at royna seg nakrar heilt fáar ferðir á liðnum, og væntandi sleppur ungi maðurin eitt sindur oftari framat í ár. Tvíburðarnir, Jóhan og Ásbjørn V. Gunnarsson eru eisini evnaríkir leikarar, sum longu hava roynt seg á besta liðnum.
 
Álopið sær kanska eitt sindur tunt út
Undan kappingarárinum í fjør vóru tað fleiri, sum mettu álopspartin var veikasta partin av B36-liðnum, og hesi fingu eisini rætt. Hóast B36 vann meistaraheitið, so var tað fyrst og fremst sterki verjuparturin,  ið átti heiðurin av hesum, tí í hinum endanum gekk tað striltið við at finna vegin til meskarnar. Tað endaði eisini við, at veteranurin, Allan Mørkøre, ið skuldi leika í verjuni í fjør, bleiv fluttur niðan í álopið, og hann gjørdist eisini toppskjútti hjá árstalsfelagnum farna kappingarár.
Allan er ikki longur partur av hópinum hjá føroyameistarunum, og tað eru tríggir aðrir áleyparar, sum vóru við í fjør, heldur ikki. Teir eru Levi Hanssen, Thomas Hans Rubeksen og brasiliumaðurin Wellington. Hinvegin eru bæði Sylla Ahmed og Símun Hansen nýggir í felagnum, og teir eru báðir álopsleikarar.
Tað er tó bert Óbi av álopsleikarunum hjá B36, ið kann metast sum ein veruligur áleypari, tí bæði Sylla Ahmed, Bergur Midjord og Símun Hansen eru allir meiri vengur, enn teir eru málskorarar.
 
Saknurin í Pól
Sum áðurnevnt var sterka verjan grundarsteinurin undir føroyameistaraheitinum hjá B36 í fjør, og spurningurin er nú, um verjan verður eins sterk í ár. Í fjør var liðskiparin Pól Thorsteinsson stýrimaðurin í verjuni hjá B36, men hann er nú farin at leika við runavíkingum, og spurningurin er, hvør ið skal lyfta tunga arvin eftir hann. Ein møguleiki er Herbert í Lon, sum var skaddur bróðurpartin av farna kappingarári, og ein annar møguleiki er Finn Mørk, sum er vendur heim aftur til Føroya eftir loknan lestur á flatlondum.
Ungi Ingi Højsted, sum gjørdist ársins stjørnuskot í fjør og var drívmegin á B36-miðvøllinum, er leigaður til enska Birmingham, men møguleiki er fyri, at hann verður aftur á B36-liðnum, tá ið enska kappingarárið endar. Tað kann hava avgerandi leiklut fyri liðið hjá føroyameistarunum.