Tað endaði við 3-1 heimasigri, tá ið B36 í dag hevði vitjan av 07 Vestur. Harvið var talan um ikki sørt av uppreisn fyri B36, sum fyri einari viku síðani var fyri eyðmýking, tá ið tað á útivølli endaði við 3-1 tapi ímóti Víkingi.
Úrslitið ber við sær, at B36 hevur 56 stig, og at B36 framvegis er besta boðið upp á vinnara av silvurkrónunum. B36 fer í tveimum teimum seinastu umførunum at spæla á heimavølli ímóti KÍ og á útivølli ímóti AB.
-Hetta var ikki besti dysturin, sum vit hava spælt í ár. Spælið gekk ikki so væl, sum tað hevur gjørt fleiri ferðir fyrr í ár, men kortini haldi eg, at sigurin var sambært dystargongdini og býtinum av málmøguleikum. At teir javnaðu til 1-1 heilt lítla løtu undan steðginum var ikki eftir ætlan, men tíbetur svaraðu vit aftur í seinna hálvleiki, tá ið vit skoraðu tvey mál aftrat, og serliga málið, sum Jann J. Benjaminsen seks minuttir undan leikloki staðfesti 3-1 sigurin við, var framúr fríspark, sigur B36 venjarin Dan Brímsvík í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1.
Eftir innlegg úr vinstru var tað Michal Przybylski, sum í 12. minutti og av brotsteigarmarkinum setti bóltin í handara síðunetið. Hetta var sætta málið hjá Mihal í ár, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti síðani 14. mai.
Undan steðginum javnaði 07 Vestur til 1-1. Tá hevði B36 havt fleiri málmøguleikar, uttan at tað var eydnast at skora. Og so var tað eftir flatt innlegg úr høgru frá Mathias Voss, at Jón í Horni Nielsesn, sum var staddur mitt fyri málinum, setti innarusíðuna undir bóltin, og so var 1-1.
Valerijs Sabala legði miðskeiðis í seinna hálvleiki B36 á odda 2-1. Hetta var 11. málið hjá Sabala í ár, og hann er toppskjútti hjá B36.
-Vit kunnu ikki siga nakað til, at tað ikki eydnaðist at vinna í dag, tí vit megnaðu ikki at vinna okkum til fleiri upplagdar málmøguleikar, staðfesti 07 Vestur miðverjin og liðformaðurin Daniel Obbekjær eftir dystarlok og eftir at Jann J. Benjaminsen við rimmar frísparki hevði staðfest 3-1 heimasigurin.
-Sovorðið mál kunnu vit ikki rokna við, at málverjin bjargar, staðfesti Daniel Obbekjær.











