Fótbóltur
Tað styttist rættiliga í oddinum í fótbóltslandskappingini. Hóast veðurgudarnir so avgjørt ikki vístu seg frá síni bestu síðu, so mundu tey í B36 kenna onkrar sólarglæmur fløva sunnudagin, ella vóru tað bara meldingarnar úr hátalarunum um, at tað ikki eydnaðist HB at fáa fult norðuri á Mølini.
Hetta gav nevnliga B36 møguleikan at minka enn meira um munin upp til oddin, soleiðis at hesin nú bert er eittans stig undan teimum seinastu trimum umførunum.
Bitu frá sær
Tað mundi tó ikki vera dysturin á Eiði, sum stóð fremst í huganum hjá B36 leikarunum, tí teir høvdu sum so ríkiligt at taka til sjálvir. Hóast teir vóru í eini rættiliga skerdari útgávu, so megnaðu gestirnir at bíta frá sær, og teir góvu eisini heimaliðnum ein rættiligan hvøkk, tá Birgir Joensen tíðliga í dystinum smekkaði til á tvørtrið.
B36 kom tó alt meira við, og ivaleyst vóru tað eisini teir, sum høvdu bóltin meira, men tað skuldi eitt mistak av teimum stóru til, áðrenn teir fingu lagt seg á odda. Heðin á Lakjuni royndi seg við langskoti, og Jákup Joensen tóktist hava tamarhald á, men bólturin smoygdi sær millum hendurnar á málverjanum og rullaði síðani seinasta pettið í netið.
B36 hevði eisini onkran møguleika eftir hetta at økja um leiðsluna fyri steðgin, og tey flestu mundu halda, at sigurin var mest sum vunnin, men gestirnir lótu seg ikki kúga.
Heldur royndu teir eftir steðgin at seta meira á, og eftir einum korteri gav hetta úrslit, tá Birgir Joensen stútaði FS upp á javnleik.
B36 hevði tá mist ein hálvskaddan John Petersen, og tí mundu áskoðararnir av álvara bíta negl, nú eitt hitt vandamesta álopsvápnið manglaði, men hendan støðan helt sær tó ikki leingi. Jákup á Borg sendi hornaspark innfyri, og har eydnaðist Allan Mørkøre at órógva verjuna somikið, at bólturin fór inn um strikuna. Eitt mál, sum Allan eisini varð skrásettur fyri, men tey flestu mundu ivast í, um bólturin ikki hevði verið í málinum undan hesum.
Og so skrædnaði hjá gestunum. Enn royndu teir at trýsta eitt sindur, men tað gjørdist alt meira tunt í hinum endanum, og við tveimum tveimm málum móti dystarenda kundu Klæmint Matras og Jákup á Borg seta punktum fyri dystinum.
Tætt í báðum endum
Fyri B36 var hesin dysturin tann fyrsti av fýra finalulíknandi umførum, og í so máta er einki at ivast í, at sigurin var ein treyt. At HB so samstundis snávaði, gjørdi á ongan hátt lagið verri hjá hvíta høvuðsstaðarfelagnum, tí nú er munurin til oddin bert eitt stig. Men hinvegin B36 enn ikki avgera sjálvt, hvørt teir skulu gerast meistarar ella ikki. Til tess krevst ? umframt at B36 vinnur sítt ? at B68 eisini snávar á vegnum.
Hjá vágamonnum var talan enn eitt dømi um, at hepnið so avgjørt ikki hevur verið við liðnum í ár. Ferð eftir ferð eru dystir mistir á gólvið, har talan mundi og kundi verið um stig, og nú er av álvara farið at sansa at. Enn hava vágamenn tríggjar dystir, men útlitini fyri at koma av 9. plássinum tykjast sera døpur, og kanska skuldi liðið heldur savna tankarnar um dystin móti Skála í næst seinasta umfarinum, soleiðis at vandin fyri beinleiðis niðurflyting í øllum førum kann fáast heilt burtur.
Dysturin í tølum
B36-FS Vágar 4-1 (1-0)
1-0: Heðin á Lakjuni, 32
1-1: Birgir Joensen, 67
2-1: Allan Mørkøre, 71
3-1: Klæmint Matras
4-1: Jákup á Borg
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Fróði Clementsen, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen ? Niels Joensen, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen ? John Petersen, Heðin á Lakjuni
FS Vágar: Jákup Joensen ? Jógvan Hendrik Samuelsen, Albert Ari Thomassen, Jack Johansen, Elfinn Ørvarodd ? Hannus Olsen, Jens Erik Rasmussen, Rói Árting, Birgir Joensen ? Kim Poulsen, Clayton Soares
Dómari: Oddmar Andreasen