B36 ella einki

Ein av FM vinnarunum frá í fjør hevur gjørt nýggjan 2 ára sáttmála

Hanus Thorleifsson hevur gjørt nýggjan sáttmála við B36. 29 ára gamli miðvallarin var partur av B36-liðnum, sum í fjør vann FM. Hann hevur røkt fleiri pláss hesi seinnu árini, og trívist avbera væl í felagnum.

 

- Eg hevði heldur steðgað at spælt, enn at fari úr B36 aftur. Eg havi spælt her í fleiri ár, og tað er her eg hoyri heima. Hetta er felagið, ið hevur alt ein spælari kann ynskja sær í Føroyum, sigur Hanus Thorleifsson, og leggur afturat;

 

- Liðið er avbera sterkt í løtuni, umframt at aðrir spælarar ynskja eisini at halda fram í felagnum, so tad er fantastiskt, sigur Hanus Thorleifsson.

 

Hanus Thorleifsson hevur sín fótbóltsuppruna á Skála. Frá 2006 til 2009 spældi hann í júst  B36, har hann millum annað var við til at vinna Løgmanssteypið, umframt at spæla liðið víðari í Champions League, tá B36 endaði við at møta Fenerbache. Hann hevur eisini spælt við HB og ÍF.

 

Síðani 2014 hevur Hanus spælt við B36 aftur. Nýggi sáttmálin er galdandi fyr 2016 og 2017.