B36 í eldin í kvøld

Kl.18.00 í kvøld verður UEFA Cup-dysturin millum B36 og Ekranas BK. B36 skal royna at koma víðari í evropeiskari kapping triðja árið á rað, men mótstøðan hesaferð er sterk. Eystureuropeisk feløg verða altíð mett sum teknisk sterk feløg, og føroysk feløg hava ikki serliga góðar royndir við slíkum liðum.

 

Hjá B36 eru allir mans tøkir, undantikið Jóhan V. Gunnarson, sum vegna smærri skaða allarhelst ikki verður í byrjunaruppstillingini í kvøld.