B36 eigur góð minni við Løkin

NSÍ hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti B36 síðani í 2016

Klokkan 19 verður fyrsta bríksl við Løkin í Runavík.

B36 er á veg úr høvuðsstaðnum til Runavíkar, har tað seinastu ferðirnar hevur hinast heilt væl hjá árstalsfelagnum.

Í fjør vann B36 2-0 og 2-1 á útivølli ímóti NSÍ, og í fyrraárið endaði tað 1-1. Í 2016 vann NSÍ heimadystin ímóti B36 2-1.

Síðani 2000 hava NSÍ og B36 dystast 26 ferðir við Løkin. NSÍ hevur vunnið tíggju ferð, B36 hevur vunnið níggju ferð, og sjey ferðir er tað endað javnt.

Hóast B36 hevur tapt tríggjar ferðir á rað – tvær ferðir í landskappingini og einaferð í steypakappingini – so er B36 á trkiðja plássi. Við sigri í kvøld fer B36 at leggja seg uppá síðuna av Skála, sum hevur fimtan stig og er tvey stig frá toppliðnum KÍ.

Í tveimum teimum síðstu landskappingardystunum hevur B36 ikki skorað mál – 0-3 ímóti KÍ og 0-1 ímóti Víkingi. Tað hevur eisini gingið illa at halda tørn í verjuni, so avbjóðingin er stór í báðum endum.

Skaðalistin hjá B36 er framvegis langur. Tað verður vónað, at onkrir av teimum, sum ikki spældu alla tíðina í Sarpugerði, fara at eiga størri leiklut í kvøld – Michal Przybylski, Hugin Samuelsen, Alex Mellemgaard og Erling Jacobsen. Brian Jakobsen er tøkur aftur, eftir at hann fríggjakvøldið var leikbannaður í 1-0 tapinum í Gøtu.

Hjá NSÍ venur Petur Knudsen aftur. Hann hevur verið skaddur í økslini síðani í øðrum umfari, tá ið hann legði NSÍ framum 1-0 í Gundadali ímóti HB. Tað endaði 1-1, og í síðstu løtu noyddist Petur Knudsen skaddur av vøllinum.

Tað verður mett hava sera stóran týdning fyri NSÍ at fáa Petur Knudsen við aftur.

Skíriskvøld vann NSÍ 3-1 á heimavølli ímóti ÍF.

NSÍ – B36: Lars Müller kl. 19.00.