B36 – EB/Streymur útsettur

Eftir skránni skuldi landskappingardysturin millum B36 og EB/Streym spælast sunnudagin 19. juni

Men orsakað av, at sundalagsmenn í vikuni fara til Kypros at fyrireika seg til seinna undankappingardystin í Champions League er dysturin útsettur. Dysturin verður leiktur 26. august.