B36-EB/Streymur í kvøld

B36 hevur verið í tungum sjógvi í fleiri umfør, men við sigrinum á KÍ sunnudagin fingu teir nakað av luft. Og tann luftin kann gerast væl betur, um talan eisini verður um trý stig í kvøld.

EB/Streymur hevur í ár verið langt ífrá tí forminum, sum í fjør tryggjaði teimum FM-gullið, men seinastu vikurnar hevur tó bragdað. Í løtuni er liðið ájavnt NSÍ og Víkingi í dystinum um silvurkrónurnar, og tí er dysturin í kvøld ein møguleiki at vinna seg trý stig frá kappingarneytunum í silvurstríðnum.