Gundadalur verður í morgin karmur um útsetta dystin millum B36 og EB/Streym. B36 fekk við sigrinum á KÍ sunnudagin nakað av luft, og tí er setningurin nú at halda fast um góðu avrikini, soleiðis at niðurflytingarvandin kann beinast burtur. Hjá EB/Streymur eru silvurmerkini og europiskur fótbóltur nú væl og virðiliga i eygsjón, og tí er eingin sum helst ivi um, at teir eisini vilja hava øll stigini. B36 hevur allar mans tøkar til dystin, og tað hevur EB/Streymur eisini, nú Alex José dos Santos hevur sitið leikbann av sær.










