B36-dysturin beinleiðis á 3+

Viasat sendir mest sum altíð beinleiðis, tá europiskur fótbóltur er á skránni hjá donskum feløgum, og komandi hóskvøld verður tað so dysturin millum Brøndby og B36, sum verður at síggja á skíggjanum.

Byrjað verður at senda klokkan 18.30, og so er spurningurin, um B36-fjepparar tá fara at sita við skíggjan, ella um teir vera millum tey helst mongu á Tórsvølli, sum fara at hyggja eftir EB/Streymi, tá teir taka ímóti Mancester City.