Um fuglfirðingum hevði staðið eitt stig í boði, tá ið teir fyrireikaðu seg at fara til Havnar at spæla ímóti B36 á Tórsvølli, so høvdu teir ivaleyst takkað fyri.
Nú er liðugt á Tórsvølli. Máltalvan vísir 2-2, og tað sæst væl, at fuglfirðingar eru vónbrotnir.
Orsøkin er tann, at ÍF legði seg á odda 2-0, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Tá sá tað heilt svart út hjá B36, sum tó fekk eitt sindur um endan aftur tveir minuttir seinni, og so snúði tað seg síðstu løtuna um hjá fuglfirðingum at halda tørn.
Tað gjørdi teir, til vanliga leiktíðin var farin og tveir minuttir aftrat. So javnaði B36. Benjamin Heinesen smekkaði til, bólturin rakti ein av verjuspælarunum og snýtti Martin Danielsen, sum var óførur í ÍF málinum.
ÍF vísti framúr hugburð, og tað hjálpti gestunum øgiliga væl, at vertirnir av álvara vóru í gávuhýri.
Tíggju minuttir undan steðginum var B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen óheppin, tá ið hann í heilt ókroystari støðu og við høvdinum stýrdi bóltin framvið málverjan, ið var á veg fram, og so trillaði bólturin í málið.
B36 var nógv meiri á bóltinum, men favorittarnir høvdu sera ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. 20 minuttir undan leikloki góvu heimamenninir ikki hissini gávu til ÍF. Mathias Thrane spældi næstan av baklinjuni í vinstru og stutt úr málinum bóltin inn fyri málið, har Uros Stojanov var blankur, takkaði fyri og stýrdi bóltin í málið.
So vóru heimamenninir heilt illa sperdir. Men teir fótaðu sær eitt sindur, tá ið innskifti Hugin Samuelsen við høvdinum og eftir innlegg úr høgru frá Martini Agnarsson minkaði um munin.
B36 pressaði, og fuglfirðingar vardu og ofraðu seg í nærdystum. Teir hildu tørn, inntil tíðin var um at vera farin. Tá var tað innskifti Hannes Agnarsson, sum legði bóltin til Benjamin Heinsen, sum javnaði.
Fuglfirðingar eru – í hvussu so er í nakrar tímar – vónbrotnir um javnleikin og eitt stig, og teir í B36 eru vónbrotnir og ásanna, at teir fyri aðru ferð í ár hava spælt javnt á heimavølli ímóti liði, sum tað verður roknað við, at teir eiga at vinna trygt ímóti. Fyrri javnleikurin var málleysur og ímóti B68.










