Leygardagin skipar B36 fyri serligum B36-degi. Á skránni verða hópin av spølum og kappingum fyri børn í øllum aldri, og sjálvandi eru ymisk sløg av fótbólti eisini. Eitt nú dystur millum Vodafone-deildina og eitt Micro-lið, kapping í jonglering og FIFA-kapping á stórskíggja. Tiltøkini byrja klokkan 13 og halda fram til klokkan 17.










