Tað er stórur spenningur um oddabrakið í Gøtu í kvøld. Úr Havn bara bussar úr B36 húsinum og sum skilst, so má seinasta viðhaldsfólki sløkkja í teimum hvítu og svørtu húsunum í Tórshavn.
Heimasíðan hjá B36 skrivar:
B36 bjóðar øllum ungum fjepparum til oddadyst í Gøtu fyri einans 10 krónur
Tað líkist ársins braki, tá B36 fríggjadagin skal spæla móti Víkingi í Sarpugerði. Til ein slíkan hava spælarar okkara uppiborið allan hugsandi stuðul, og fyri at hjálpa til í hesum hevur B36 gjørt av, at eyka bussar verða sendir til Gøtu.
Hesir bussar eru fyrst og fremst ætlaðir yngru fjepparum okkara, og er kostnaðurin fyri hvønn einans 10 krónur. Vaksin eru sjálvandi eisini væl komin í bussarnar, og er kostnaðurin tá 80 krónur fyri hvønn vaksna persón. Eins og vanligt er hjá okkum, so sleppa børn 16 ár og yngri ókeypis til dyst í Sarpugerði, so við hesum ber til at fara til sera týdningarmikla útidystin fyri bara 10 krónur.
Bussarnir koyra frá parkeringsøkinum við B36-húsið klokkan 16.15 fríggjadagin.