Tað eru KÍ og Víkingur og NSÍ, sum fyribils stríðast um toppsessin.
Í gjárkvøldið vann KÍ 2-1 á Skála og legði seg harvið fimm stig framum Víking.
Víkingur átti sera torføran útidyst í Gundadali ímóti B36 seinnapartin. Víkingur vann 5-3, og harvið eru tað aftur bara tvey stig millum KÍ og Víking.
NSÍ var í Streymnesi, har tað endaði við tryggum 3-0 sigri, sum ber við sær, at tað aftur eru fimm stig frá NSÍ og fram til toppsessin.
Úrslitið í Gundadali ber við sær, at B36 í løtuni ikki er við í oddastríðnum. Tað eru tíggju stig frá B36 og fram til Víking og tólv stig frá B36 og fram til KÍ.
Talan var um framúr uppgerð í góðveðrinum í Gundadali. Víkingur legði seg skjótt framum 2-0, men undan steðginum svaraði B36 aftur og javnaði til 2-2.
Í seinna hálvleiki var tað framvegis ferðmikið, undirhaldandi og málríkt. Hóast Víkingur legði seg framum bæði 3-2 og 4-2, so svaraði B36 aftur og minkaði um munin til 4-3. Síðstu løtuna royndi heimaliðið at spenna álopsbogan, og hann brast, tá ið meistararnir øktu um munin til 5-3.
Við Margáir vóru tað lyklaspælararnir Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, sum syrgdu fyri málunum í sannførandi NSÍ sigrinum. Klæmint A. Olsen, sum er toppskjútti í deildini, skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki, og stutt eftir steðgin umsetti Árni Frederiksberg brotsspark til 3-0.
Suðringar smurdu í Fuglafirði ÍF av. Eftir fyrra hálvleik var framvegis málleyst. Beinanvegin eftir Búi Egilsson gestirnar framum, og so hefti einki fyri Suðringum. Teir skoraðu fýra mál. Búi Egilsson skoraði hattrikk, og Jón Krosslá Poulsen skoraði eitt mál.
Úrslitið ber við sær, at Suðringar við fyrsta sigrinum síðani 23. apríl lyfta seg framum B36.
Stórtapið boðar frá, at tað stendur ikki væl til í Fuglafirði. ÍF er aftast við seks stigum.
Fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum í Sørvági endaði við trivaligum 4-1 sigri til HB, sum harvið lyfti seg upp á fjórða plássið.
Undan ferðini vestur í Vágar hevði HB ikki skorað á útivølli. Tá ið tað eydnaðist var tað við rimmar avriki, tí HB skoraði fýra mál.
07 Vestur legði bragdliga fyri, tá ið sera væl upplagdi Søren B. Nielsen umsetti brotsspark til mál. Rókur av Fløtum Jespersen javnaði við fínum langskoti. Eftir steðgin legði Aleksandar Stankov gestirnar framum, eftir at Rókur Jespersen hevði spælt hann leysan. At Símun Samuelsen við fínum langskoti økti til 3-1 tók intensitetin burtur, og tað pyntaði, tá ið Sebastian Pingel heilfluktaði til 4-1.
Tað bar til at fylgja gongdini her
B36-Víkingur 3-5 (2-2)
0-1: Sølvi Vatnhamar
0-2: Adeshina Lawal br
1-2: Gestur Bogason Dam
2-2: Lukasz Cieslewicz
2-3: Andreas Lava Olsen
2-4: Adeshina Lawal
3-4: Odmar Færø
3-5: Hanus Jacobsen
EB/Streymur-NSÍ 0-3 (0-2)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: klæmint A. Olsen
0-3: Árni Frederiksberg br
ÍF-Suðringar 0-4 (0-0)
0-1: Búi Egilsson
0-2: Búi Egilsson
0-3: Jón Krosslá Poulsen
0-4: Búi Egilsson
07 Vestur-HB 1-4 (1-1)
1-0: Søren B. Nielsen br
1-1: Rókur av Fløtum Jespersen
1-2: Aleksandar Stankov
1-3: Símun Samuelsen
1-4: Sebastian Pingel
Fríggjadagin
Skála-KÍ 1-2 (1-2)
0-1: Albert Adu 4.
0-2: sjálvmál 8.
1-2: Michal Przybylski 19.
Dómari: Alex Troleis
Skála: Andras Gango – Ari Olsen (Andras Frederiksberg, 79.), Jákup Jakobsen, Valerian Iboashvili, Jónhard Frederiksberg – Pætur Dam Jacobsen, Hákun Edmundsson – Mamuka Toronjadze (André Olsen, 79.), Edvin Jacobsen, Jákup Johansen - Michal Przybylski (Leivur Joensen, 72.)
Gult kort: Valerian Iboashvili
Venjari: Pauli Poulsen
KÍ: Kristian Joensen – Jonas Flindt Rasmussen, Hørður H. Askham, Jákup B. Andreasen – Dion Splidt, Jóannes Bjartalíð (Hjalgrím Elttør, 89.), Semir Hadzibulic, Atli Danielsen, Ísak Simonsen (Ólavur Niclasen, 53.) – Albert Adu (Ahmed Mujdragic, 72.), Páll A. Klettskarð
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
Støðan eftir ellivu umfør
KÍ 25 stig
Víkingur 23 stig
NSÍ 20 stig
HB 16 stig
Suðringar 15 stig
B36 13 stig
EB/Streymur 11 stig
Skála 9 stig
07 Vestur 8 stig
ÍF 6 stig
Tólvta umfar
Mikudagin 14. juni
NSÍ-KÍ
Skála-Suðringar
EB/Streymur-Víkingur
07 Vestur-ÍF
B36-HB