B36 er nýtt oddalið í Effodeildini. Hetta er greitt eftir dagsins ólavsøkudyst, sum endaði 4-0 til B36.
B36 legði út sum eitt ódnarveður og longu eftir fimm minuttir var støðan 2-0 til B36. Róaldur Jacobsen legði B36 á odda við frísparki longu í fyrsta minutti og eftir fimm minuttir var tað nýggi danski framherjin hjá B36, Philip Lund, ið økti um leiðsluna til 2-0.
Seinni í fyrra hálvleiki økti Lukasz Cieslewicz til 3-0, og so tyktist dysturin at vera avgjørdur.
Seinni hálvleikur var ikki eins hendingarríkur. Men eitt mál kom, og enn einaferð var tað Philip Lund, ið skoraði. Sostatt skoraði nýkomni, danski framherjin heili tvey mál í fyrsta dysti sínum.
Sigurin hjá B36 merkir, at árstalsfelagið er á odda í Effodeildini við 39 stigum. Nummar tvey er NSÍ við 37 stigum, meðan Víkingur er nummar trý við 36 stigum.