B36 bjóðar Víkingi av

2-0 sigur á NSÍ ber við sær, at B36 sunnudagin skal til Gøtu at spæla um oddasessin

Fyri aðru ferð á rað í fimm dagar er NSÍ á veg úr Gundadali við tapi. Leygardagin var tað ímóti HB, at NSÍ tapti 4-1, og í kvøld var tað B36, sum vann 2-0.

Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Í fyrra førinum – tá ið seinni hálvleikur var tríggjar minuttir gamal – var NSÍ málverjin óheppin, tá ið hann boksaði bóltin í egið mál, eftir at Christian R. Mouritsen hevði lagt horna innfyri úr høgru.

Í seinna førinum var tað Patrik Johannesen, sum eftir at vera spældur í vinstru, rann frá verjuni og sera hegnisliga lyfti bóltin upp um NSÍ málverjan og í netið. Tá restaðu tíggju minuttir.

 

B36 legði øgiliga bragdliga fyri, og NSÍ legði sera stóran dent á verjupartin. Fyrsta hálva tíman gekk tað nógva fyri seg í og kriing NSÍ brotsteigin, men tað var striltið hjá B36 at spæla seg til upplagdar møguleikar.

NSÍ menti seg fram ímóti steðginum, og í einstøkum førum var um reppið, at tað varð vandamikið frammanfyri B36 málið.

 

Eftir steðgin legði B36 fyri við nógvari ferð. Tá ið heimaliðið var komið framum, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá B36. Talan var um gott og hugflogsríkt fótbóltsspæl og nógvar nærdystir. Eina løtu megnaði NSÍ at trýsta, uttan at tað eydnaðist at javna, og so var tað, at B36 økti til 2-0, og harvið var alt avgjørt.

 

-Hóast vit ikki skoraðu í fyrra hálvleiki, so hevði eg góða kenslu. Mótstøðumenninir runnu í fyrra hálvleiki meiri enn vit, og tað vistu vit fór at koma okkum til góðar í seinna hálvleiki, og soleiðis vísti tað seg eisini, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 nú er næstfremst. B36 hevur 35 stig – eitt færri enn Víking og tvey fleiri enn NSÍ og KÍ, sum nú er á fjórða plássi.

Nú hevur B36 vunnið sjey ferðir á rað. Sunnudagin skal B36 norður til Gøtu at spæla toppdyst.

 

NSÍ liðið er meint rakt av skaðum. Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen vóru ikki førir fyri at spæla í kvøld, og tað bar ikki Betuel Hansen til at vera við.

-Vit lata okkum ikki taka av fótum, tí vit hava tapt tvær ferðir, eftir at vit hava vunnið so ofta. Vit vóna, at skaddu spælararnir vera førir fyri at spæla aftur um eina ella tvær vikur, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.

 

B36-NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: sjálvmál 49.

2-0: Patrik Johannesen 80.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eystsuroy (Erlendur Magnusson, 61.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen - Christian R. Mouritsen (Benjamin Heinesen, 67.), Lukasz Cieslewicz (Magnus Holm Jacobsen, 83.), Meinhard Olsen - Patrik Johannesen.

Gult kort: eingin

Venjari: Jákup á Borg

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Jens Joensen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard (Andri Benjaminsen, 83.) - Jann Benjaminsen, Mórits Heini Mortensen (Jonleif Højgaard, 61.), Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen (Haraldur R. Højgaard, 87.), Einar Tróndargjógv - Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

Gult kort: Jens Joensen

Venjari: Anders Gerber