Av teimum 28 kvinnunum, sum skiftu felag, meðan flytingarvindeygað enn var opið, eru nakrar flytingar, sum kunnu benda á eina harðari kapping í oddinum.
Um hon verður nógv harðari, skulu vit tó lata vera ósagt, tí B36 var so nær við at basa KÍ, sum eingin annar hevur verið seinastu átta árini. Men tær megnaðu ikki at halda leiðsluni í Klaksvík, og so streyk KÍ enn einaferð avstað við heitinum.
Í B36 gera tær tó aftur eina roynd í ár, og til hetta er liðið eisini styrkt. Úr júst KÍ hevur B36 fingið hendur á Kristinu Eyðbjørnsdóttir og Petur Sjóstein, eins og Rakul Magnussen og Gunn S. Muller eru komnar til B36 úr ávikavist EB/Streymi og HB.
Kristina hevur í fleiri ár verið mett millum bestu føroysku spælararnar, og lítil ivi er um, at hon kann verða sannur fongur hjá B36. Og tað sama kann væl sigast um Rakul, sum fyrr er kosin sum ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti. Og so vóna tey í árstalsfelagnum helst, at hon kann gera sama mun, sum ein annar Magnussen gjørdi á mansliði felagsins fyri 15-20 árum síðani.
KÍ hevur hinvegin eisini fingið sær Svannu V. Nielsen og Marjun Joensen úr EB/Streymi í hópin, so tað bendir tann vegin, at tað aftur verða tey bæði somu liðini, sum fara at takast í oddinum hetta kappingarárið.
---
Fakta
Tær 18 flytingar av kvinnuligum spælarum yvir 16 ára aldur vórðu í vetur hesar:
Spælari Frá Til
Nelly Poulsen NSÍ Víkingur
Sanna D. Fossdalsá GÍ B68
Erna Svalbard GÍ B68
Mai Britt Svalbard GÍ B68
Joan Miðberg Mikkelsen GÍ B68
Maibritt OlsenGÍ B68
Heidi M. Í Hjøllum ÍF B68
Heidi Olsen NÍF EB/S
Svanna V. Nielsen EB/S KÍ
Gunn Sloan Muller HB B36
Lillian Hellisdal Ikast HB
Kristina Eyðbjørnsdóttir KÍ B36
Petra Sjóstein KÍ B36
Ninna K. Johansen GÍ Skála
Nancy Djurhuus EB/S Víking
Rakul V. Magnussen EB/S B36
Marjun Joensen EB/S KÍ