Fótbóltsfelagið, B36, biður nú um umbering fyri tað, sum stóð á heimasíðuni hjá felagnum eftir umstrídda dystin ímóti HB, har B36 tapti í yvirtíðini og hartil fekk tveir leikarar útvístar.
Í dystarfrásagnini á heimasíðuni hjá felagnum stóð, at av trygdarávum var ivaleyst gott, at dómarin hesa ferð hevði skiftipláss í HB-húsinum.
Felagið sigur nú á heimasíðu síni, at orðini hava tíverri elvt til misskiljing, og vit skulu her sláa fast, at ætlanin á ongan hátt var at hótta dómarar, sum vága sær at døma ímóti tí, sum áskoðarar okkara halda.
- Talan var bert um staðfesting av, at tað tílíkar støður ofta elva til øsing, og at tað í hesum førinum var munandi meira ómaksleyst at leiða dómarabólkin inn í HB-húsið heldur enn til B36-húsið.
- Sjálvandi skulu dómarar kenna seg tryggar her hjá okkum eins væl og aðrastaðni.
Felagið staðfesti eisini, at tíbetur er sera sjáldan, at nakar veruligur tørvur er á trygdarvørðunum, tá dystur er av.
- Og skuldi tað verið, ivast vit onga løtu í, at okkara trygdarvørðar eru sína uppgávu vaksnir, eins og trygdarvørðar hjá øllum føroyskum feløgum eisini eru tað.
- Við dómararnar er bert at siga, at teir hvør sum ein eru vælkomnir í Gundadal, og vit ivast onga løtu í, at teir til eina og hvørja tíð altíð døma eftir bestu sannføring, sigur B36.