B36-ballónir endaðu í Noreg

At B36 er flúgvandi, eru hesar ballónirnar prógv um

Tá B36 og HB í gjár spældu finaluna um Løgmanssteypið, høvdu áskoðararnir hjá B36 gjørt nakar B36-ballónir. Tær blivu settar saman í nøkur bunti, og sleptar upp undir takið á Tórsvølli við dystarbyrjan.

 

Les eisini: B36 er steypavinnari við níggju spælarum

 

Hetta gekk tó ikki heilt sum ætlað fyri ein av bólk av ballónunum. Tær sníktu seg út um takið og fóru eina langa ferð. Í dag eru boð á Facebook frá Noreg, har nøkur fólk hava fingið vitjan av hesum B36-ballónunum.

 

Torunn Kverneland Thiemer skrivar, at tveir mans fóru til storks eftir ballónunum, tá tær komu flúgvandi framvið. Tey spryja á Facebook nær og hvar ballónirnar koma frá. Úr B36 hava tey verið skjót at boða frá, at tað er frá steypafinaluni í gár.

 

Hvussu er og ikki, so eru B36-ballónirnar her avmyndaðar í Noreg. B36 vann steypafinaluna eftir brotssparkskapping.