Tað er framvegis ikki greitt, hvør fer at venja bronsuvinnararnar úr B36 komandi ár. Vit skrivaðu fyri tveimum vikum síðani, at ein eysturríkari hevði verið og hugt at umstøðunum og vant saman við 1. deildarhópinum, og í vikuskiftinum var ein svenskur venjari og hugdi at umstøðunum og vandi saman við 1. deildarhópinum.
B36 ynskir at fyrireika seg væl og virðiliga, áðrenn teir taka støðu til venjaraspurningin. Teir hava ikki tikið støðu til, um tað skal vera annar av teimum báðu, ið hava vitjað, sum skal vera venjari, um tað skal vera onkur annar útlendingur, ella um tað skal vera ein av føroysku venjarunum.
Í B36 verður sagt, at teir ætla, at venjaraspurningurin skal vera avgreiddur undan jólum. Farið verður undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið síðst í januar. Tá verður Tomislav Sivic, sum trý tey seinastu árini hevur verið venjari hjá B36 og nú er í Jugoslavia og heldur frí, venjari hjá KÍ.