Tað hevur ljóðað, at danski miðvallarin, Dennis Holmberg, er á veg til B36. Leiðslan í B36 avsannar tíðindini. Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá B36 í ár og liðið liggur fremst í Vodafonedeildini. Einasti veikleikin í hópin tykist verða breiddin. Nakað sum eitt nú Jákup á Borg hevur ásannað í sendingini hjá Rás2, 3.Hálvleikur. Seinastu tíðina hevur ein søga verið, at B36 nú ætlar at styrkja hópin við Dennis Holmberg, sum eisini spældi við B36 í 2009.
- Vit hava onga viðmerking til tað, men vit kunnu staðfesta at vit eru væl nøgdir við hópin sum vit hava í løtuni, sigur leiðslan í B36.
B36 hevði eyguni eftir Dennis Holmberg undan hesum kappingarárinum, men tað spurdist ikki meira burtur úr tí. Hann hevur seinasta árið spælt við Vanløse, sum hevur havt leikarar sum Erling Jacobsen, Páll Klettsgarð, og Daniel Udsen á liðnum seinnu árini.