B36 avgjørdi upp á ein minutt

Við tveimum málum innan fyri ein góðan minutt stutt fyri hálvleik avgjørdi eitt munandi broytt B36-lið dystin móti EB/Streymi á Eiði týskvøldið.

Venjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen, hevði gjørt munandi broytingar á liðnum hjá sær, áðrenn farið varð á vøllin til dystin móti EB/Streymi á Mølini týskvøldið. Havnarfelagið hevur mangan havt tað trupult av felagsliðnum, men hesaferð hevði B36 tamarhald á støðuni at kalla allan dystin.

Tróndur avsettur
Mest óvæntaða broytingin á liðnum hjá B36 mundi óivað verða, at vanligi málverjin, Tróndur Vatnhamar, var koyrdur út á beinkin, og í staðin stóð Magnus Poulsen millum stengurnar. Magnus hevur áður vart málið hjá B68, men hevur sínar røtur í B36. Harafturat var Klæmint Matras við millum teir fyrstu ellivu fyri fyrstu ferð í ár, meðan menn sum Bárður Mortansson, Arnbjørn Danielsen, Ronnie Samuelsen og Jens Erik Rasmussen ikki vóru við í hópinum, tí at teir antin vóru skaddir ella burturstaddir.
Sundalagsmenn vóru at kalla fullmannaðir, burtursæð frá at miðverjin Fróði Clementsen, ið er uppvaksin í júst B36, ikki var við vegna skaða.
Fyrstu løtuna av dystinum vóru teir á felagsliðnum sera ágrýtnir. Sundalagsmenninir løgdu trýst á B36 langt uppi á vøllinum, og tá ið farið í álop, gekk tað sera skjótt fyri seg sum oftast. Bróðurparturin av álopsspælinum hjá heimaliðnum fór umvegis teir báðar vongspælararnar, Hans Paula Samuelsen og Bárður Olsen, men tað gekk striltið hjá EB/Streymi at fáa sent nøkur líkinda innlegg inn í brotsteigin hjá B36. Tað skal eisini sigast, at verjan hjá B36 stóð seg sera væl, og soleiðis sum hon var mannað týskvøldið, kann ikki sigast annað, enn at tað var ein sera roynd verja. Pól Thorsteinsson og Johannus Joensen mannaðu miðverjuna, og úti á bakkunum vóru ávíkavíst Allan Mørkøre í høgru og Jens Kristian Hansen í vinstru síðu, og hesir fýra loyvdu ongantíð EB/Streymi at koma til nakran upplagdan málmøguleika.

B36 tók yvir
So hvørt sum fyrri hálvleikur gekk, gjørdist tað sjónligt, at gestirnir úr Havn settu seg meiri og meiri á dystin. Spælið hjá havnarliðnum hekk betur saman enn hjá vertunum, og tá ið teir báðir Niels Joensen og Klæmint Matras á sentrala miðvøllinum høvdu fingið glið á samstarvið, fekk B36 yvirvág á miðvøllinum, og tað gjørdi góðan mun.
Tað var tí ikki heilt óvæntað, at árstalsfelagið legði seg á odda, tá ið knappir 10 minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki. Ein langur bóltur bleiv sendur úr vinstru síðu inn í brotsteigin hjá EB/Streymi, og eftir at hava ferðast eitt sindur tilvildarligt aftur og fram í brotsteiginum endaði hjá Kenneth Jacobsen, sum hevði lætt við at senda bóltin framvið Gunnari á Steig í málinum hjá sundalagsmonnum, og so var 1-0.
Hetta kom allarhelst sum ein ordans hvøkkur fyri heimaliðið, og teir høvdu nóg illa givið bóltin upp aftur, so var enn einaferð vandi á ferð framman fyri málinum hjá EB/Streymi. Fríspark bleiv dømt til B36 einar 25 metrar frá málinum hjá EB/Streymi nakað úti í vinstra borði. Brasiliumaðurin Alex Jose dos Santos var settur at skjóta, og skotið hjá honum rakti ein mótstøðumann og snýtti tískil fullkomiliga Gunnar á Steig, og so hevði B36 skorað tvær ferðir innan fyri ein góðan minutt.
Hetta var vorðið sum váttur vøttur hjá felagsliðnum at fáa stutt undan steðginum, men teir góvu tó ikki skarvin og royndu at fáa minkað um munin. Tað var eisini nær við lítla løtu seinni, tá ið Bárður Olsen, ið royndist væl í høgra borði fyri steðgin, sendi ein bólt móti málinum hjá B36. Um talan var um eitt innlegg ella eitt skot upp á mál, var ilt at meta um, men bólturin fór framvið bæði vinum og fíggindum, áðrenn hann brast í handara stólpa og fór út í spæl aftur. Hetta var tað nærmasta, ið sundalagsmenn nakrantíð komu einum máli í dystinum.

Heimaliðið megnaði ikki at hótta
Eftir steðgin var ongantíð vandi á ferð hjá gestunum úr Havn. Roynda verjan hjá B36 var ongantið av álvara sett undir trýst, og havnarmenninir høvdu ovmikið av tíð og spældu bóltin skilagott sínamillum.
EB/Streymur hevði hinvegin skund, men teir megnaðu tó ongantíð at hótta gestirnar. Tað styrkti heldur ikki um álopsspælið hjá heimaliðnum, at kanska vandamiklasti álopsleikari teirra, Sorin Anghel, fleiri ferðir noyddist sjálvur aftur á miðvøllin eftir bóltinum, tí uppspælið gekk so striltið. Tá ið heimaliðið hinvegin royndi seg við langum bóltum niðan móti álopsmonnunum, gjørdist tað heldur ikki vandamikið, tí tær allarflestu sendingarnar vóru alt ov óneyvar.
Tó skal sigast, at EB/Streymur áttu ein gyltan møguleika fyri at fáa minkað um munin, tá ið 10 minuttir vóru eftir at leika. Heimaliðið var í álopi, og øll sóu, at ein skotroynd hjá EB/Streymi bleiv steðgað av hondina hjá einum B36-leikara. Dómarin, Dagfinn Olsen, ið annars dømdi ein fínan dyst, lat tó ikki við seg koma, og spælið helt tí fram. Hetta fekk øði í leikararnar á heimaliðnum, og tað endaði við, at Dagfinn noyddist at finna gula kortið fram.
Um so er, at heimaliðið hevði fingið brotssparkið og minkað um munin, høvdu teir óivað lagt eitt ávíst trýst á B36 síðstu løtuna, men ivasamt er, um teir høvdu fingið nakað burtur úr tí. Gestirnir úr Havn vóru snøgt sagt væl betur, og sigurin hjá teimum var fult uppiborin.
Komandi sunnudagin skal EB/Streymur aftur spæla ein truplan dyst, tá ið teir skulu í Gundadal at spæla móti oddaliðnum HB. Eisini B36 hevur truplan dyst sunnudagin, tí teir skulu til Klaksvíkar at vitja KÍ.