TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við seks B36-spælarar og hjálparvenjaran aftaná minniliga 3-2 sigurin í seinnu hálvfinaluni ímóti HB, har teir meginpartin av dystinum stríddust níggju ímóti ellivu monnum.
Tróndur Arge fekk orðið á hesar spælararnar, sum allir hálova Róaldi Jakobsen fyri tann minniliga leiklutin hann hevði í dystinum í dag:
1) Andrias Eriksen
2) Gestur B. Dam
3) Erlendur Magnussen
4) Oddmar Færø
5) Tórður Thomsen
6) Eli Falkvard Nielsen
7) Fróði Clementsen, hjálparvenjari