B36-ari skiftir til KÍ

KÍ heldur fram við at styrkja liðið til komandi kappingarár.

KÍ heldur fram við at styrkja um liðið til komandi kappingarár. Eftir at hava avdúkað Dion Splidt í síðstu viku, hava teir í kvøld avdúkað, at Hørður Askham fer at spæla í bláum komandi kappingarár.


22 ára gamli Hørður Askham er miðverjuleikari og hevur spælt við B36 síðani 2011 burtursæð frá seinnu helvt av kappingarárinum 2012, tá ið hann var útleigaður til 07 Vestur.


Tað er Norðlýsið, sum í kvøld kundi avdúka hetta leikaraskiftið. Hørður Askham hevur spælt tríggjar dystir fyri føroyska U19-landsliðið og 11 dystir fyri føroyska U21-landsliðið.


Sambært Faroesoccer, so hevur Hørður spælt 93 dystir í Effodeildini og skotið fimm mál. Hann hevur saman við B36 eisini royndir frá bæði Champions League og Europa League.