B36'ari á bosniska landsliðnum

Ninoslav Milenkovic, sum fyri seks árum síðani var í B36, hevur í HM undankappingini verið so at siga fastur maður á landsliðnum hjá Bosnia

FYRRVERANDI B36 SPÆLARI

Ein fyrrverandi B36 spælari hevur hesi bæði seinastu árini saman við liðfeløgunum á bosniska landsliðnum stríðst fyri atgongumerkjunum til HM endaspælið í Týsklandi. Mikukvøldið varð tað endaliga greitt, at Bosnia-Hersegovina ikki fór at megna at spæla seg í HM endaspælið í Týsklandi.
Bosnia endaði á triðja plássinum í bólki sjey. Serbia-Montenegro vann bólkin og kvalifiseraði seg harvið beinleiðis í endaspælið, meðan Spania endaði á næstfremsta plássinum og skal í næsta mánað spæla um pláss í Týsklandi næsta summar.
Bosnia hevði inntil mikukvøldið møguleika at spæla seg í fyrsta endaspælið nakrantíð. Vánirnar vóru kortini ikki so góðar undan síðsta umfarinum. Tá tapti Bosnia 1-0 í Beograd móti Serbia, og tá vann Spania 6-0 á heimavølli móti San Marino. Serbia-Montenegro fekk 22 stig, Spania 20 stig og Bosnia-Hersegovina 16 stig fyri tíggju dystir.
Fyrrverandi B36 spælarin á landsliðnum hjá Bosnia-Hersegovina er Ninoslav Milenkovic. 189 cm stóri maðurin, sum viðhvørt er verjuspælari og viðhvørt miðvallari, var í B36 í 1998 og í 1999. Tað var táverandi B36 venjarin, Tomislav Sivic, sum fekk núverandi bosniska landsliðsspælaran henda vegin. Teir eru báðir úr Subotica, sum er býur í Serbia-Montenegro, ið er ikki so langt frá ungverska markinum.
Ninoslav, sum nýggjársaftan verður 28 ár, spældi fjúrtan landskappingardystir og skoraði trý mál í 1998, og í 1999 spældi hann fjúrtan dystir, og tá skoraði hann tvey mál fyri B36. Onkra ferðina mundi hann sita uttanfyri orsakað av leikbanni. Fyrra árið sá hann fimm ferðir gult, og seinna árið fekk hann fýra gul og eitt reytt kort.

Spællir nú í Belgia
Eftir B36 tíðarskeiðið var Ninoslav 2000-2001 í Týsklandi og Dynamo Dresden. So flutti hann til SV Jürgesheim, og í 2002 fór hann til Leotar Trebinje í Bosnia, har hann var inntil í fjør. Síðani hevur hann verið í Lierse í Belgia, har hann er sáttmálabundin fram til 2007. Lierse er á fjúrtanda plássinum í bestu deildini, sum er mannað við átjan liðum.
Hóast Ninoslav er serbi, so spælir hann á bosniska landsliðnum. Tað var meðan hann spældi í Leotar Trebinje í Bosnia, at tað varð heitt á hann um at spæla á landsliðnum, og hann tók av. Í fyrrakvøldið spældi hann so móti Serbia-Montenegro, sum hann er ættaður úr. Ninoslav var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Einasta viðmerkingin um hann í hagtølunum er, at hann fekk gult kort í 34. minutti.
Higartil hevur Ninoslav spælt tíggju landsdystir fyri Bosnia-Hersegovina. Eitt nú spældi hann í 77 minuttir, tá ið Bosnia á heimavølli vann 1-0 á Beliga, har hann nú spælir, og hann varð innskiftur eitt korter undan leikloki, tá ið Bosnia-Hersegovina 8. juni megnaði 1-1 á útivølli móti Spania. Ta ferðina javnaði Spania í síðsta minutti.
Nú tað er endaliga gjørt upp, kunnu Ninoslav Milankovic og liðfelagarnir staðfesta, at sjálvt um tað hevði eyndast teimum ta ferðina at halda tætt síðstu løtuna og at vunnið øll trý stigini, so høvdu teir kortini verið ov stuttir at fáa eyka møguleika at stríðast fyri plássi í endaspælinum í Týsklandi næsta summar. Tá hevði verið neyðugt at megnað javnleik í Beograd mikukvøldið, og um fyritreytirnar høvdu havt verið øðrvísi, so kann tað væl hugsast, at úrslitið mikukvøldið eisini hevði havt verið øðrvísi.