B36?arar norðureftir

EB/Streymur er kanska tað fyrstudeildarfelagið í landinum, sum hevur merkt størstu leikarafrágongdina í vetur.
Serliga er tað B36, sum hevur tikið burtur av hópinum, men nú er ferðslan so eisini vend í so máta.
Í øllum førum tykist tað mest sum víst, at komandi árið fara Fróði Clementsen og Carl Herup Høgnesen at spæla við felagsliðinum. Teir eru báðir tveir uppvaksnir í B36, og hava teir eisini í nøkur ár verið í fyrstudeildarhópinum. Men í ár tykjast útlitini hjá teimum báðum fyri spælitíð ikki at vera av teimum allar bestu, og hetta hevur helst vigað tungt, tá avgerðin um flyting er tikin.
Enn eru sáttmálarnir hjá teimum báðum ikki endaliga undirskrivaðir, men sum skilst, so eru tað bert formligu viðurskiftini millum EB/Streym og B36, sum nú eru eftir.