Higartil hevur B36 bara spælt í Gundadali, og tá hevur tað gingið væl. Undantakið var síðsta sunnudag, tá ið B36 var í Klaksvík og legði rygg til 2-1 tap.
Í dag er B36 aftur á heimavølli. Gestirnir hesa ferð eru sandoyingar, sum burturúr sjey teimum fyrstu umførunum hava fingið fýra stig og eru niðast á støðutalvuni.
Eirikur Poulsen er burturstaddur og verður ikki við sandoyingum, og Jóhannes Jensen er ivasamur. B71 hevur eina ferð fyrr í ár verið í Gundadali. Tá taptu teir dyggiliga fyri HB.
- Um vit skulu sleppa av aftasta plássinum, so er tað neyðugt at vinna, og vit ætla okkum øll stigini, verður sagt av Sandi.
B36 hevur seinastu ferðirnar havt trupulleikar við at skapa upplagdar málmøguleikar. Tí er spurningurin, um Heðin Askham fer at blanda kortini øðrvísi í dag. Higartil hevur Potemkin verið einsamallur miðframherji, meðan Patrick Sunday hevur hitað beinkin. Um pláss skal gevast fyri Sunday millum teir fyrstu ellivu, so skal onkur av miðvallarunum út á beinkin.










