Tað gongur stútt sama vegin. Hjá B36 er kósin móti toppinum, og hjá ÍF er tað móti botninum. Eftir stórtapið í Gundadali móti HB, áttu fuglfirðingar heimavøll. Aftur hesa ferð stóðu teir yvirav havnarfelag. B36 var annað vikuskifti á rað í Eysturoy, og aftur hesa ferð fóru teir til hús við fullari úrtøku.
Leiktíðin er tvær ferðir trý korter. Hóast ÍF fyrstu løtuna megnaði at halda tørn og tóktist spæla upp við meistararnar, so kendist tað vera spurningur um tíð, áðrenn B36, sum støðugt legði stóran dent á verjupartin, fór til verka fram eftir vøllinum.
At ÌF hevði flutt Bartal Eliasen úr miðverjuni og fram í álopið bar eitt sindur av órógv við sær í B36 verjuna, og tað var eingin ivi um, at ÍF hevði størri tyngd í fremstu røð, enn teir høvdu næstsíðsta sunnudag, tá ið HB í Gundadali var á skránni.
ÍF fekk mál, tá ið 1. hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Eftir ÍF skjótálop og innlegg úr høgru frá Bartali Eliasen var B36 verjan ikki heilt sannførandi, og tá ið Atli Petersen brádliga stóð leysur, var hann kaldur og sendi framvið Jákupi Mikkelsen, sum annarsi ikki hevði so nógv at takast við.
Undan steðginum javnaði B36. Málskjútti var Fróði Benjaminsen, sum eftir tvey tey fyrstu umførini hevur víst, at hann er aftur í málsókna leiklutinum, sum hann so ofta áður hevur víst, men sum ikki var serliga eyðsýndur í fjør, tá ið B36 vann FM.
Mikkjal Thomassen sendi fríspark úr høgru og til handara stólpan, har landsliðsmaðurin var púra leysur, tá ið hann við høvdinum sendi umvegis graslíkið og í málið.
Eftir steðgin var tað eyðsýnt, at B36 hevur størri breidd og tyngd enn ÍF. Fuglfirðingarnir vístu vilja at vera tættari og stinnari í nærdystunum, men teir hava ikki somu manningarligu fyritreytir, sum B36 hevur tað. Hjá meistarunum ber til at skifta fólk, uttan at tað órógvar nakað sum helst. Tað ber ikki til hjá fuglfirðingum.
Meistararnir fingu týdningarmikla 2-1 málið, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Málskjútti var gamli kenningurin í Fuglafirði, Sylla. ÍF málverjin var á veg út eftir bóltinum, sum B36 hevði lagt innfyri úr vinstru, men Sylla var fyrri á og stýrdi við høvdinum bóltin í tóma málið.
So bant B36 um. Teir høvdu fingið tað, sum teir vóru komnir til Fuglafirðar eftir. Tað ráddi fyrst og fremst um, at ÍF ikki skuldi fáa mál, og tað eydnaðist væl hjá B36 at binda fyri. Um sigurin skuldi gerast størri enn eitt mál, so fór talan at verða um eykavinning. Hann fingu teir í árstalsfelagnum, tá ið tað restaði eitt korter. Hanus Thorleifsson skoraði fyri fyrstu ferð í landskappingini, síðani hann fór úr Skála blusuni og í B36 troyggjuna, tá ið hann av brotsteigarmarkinum sendi móti málinum. ÍF málverjin varð snýttur, tí bólturin tók í ein á vegnum.