B36 aftur fingið ferð á

2. deild: Næstbesta liðið hjá árstalsfelagnum hevur rættuliga fingið ferð á seinastu dystirnar.

LÍF-B36 0-1 (0-1)


Tað var við vónunum um eitt stig, at B36 um vikuskiftið vitjaði í Leirvík.

Undan kappingini vóru leirvíkingar mettir millum sterkastu liðini í deildini, og var hetta millum annað grundað á, at teir bæði í fjør og fyrraárið royndu seg í upp- og niðurflytingardystum móti sumbingum.

B36 flutti upp úr triðju deild í fjør, og fremsta mál teirra undan kappingini mundi helst vera at halda sær omanfyri niðurflytingarstrikuna.


LÍF trysti uttan úrslit

Sum so vóru tað eisini leirvíkingar, sum sýndu størri vilja at vinna dystin leygardagin.

Nakað av vindi var eftir vøllinum, og hetta darvaði eisini spælinum nakað. Tað spælið, sum var, stóðu leirvíkingar tó fyri, og tað var rættuiga ofta, at nógv stóð á B36 verjuni, men í Rene Tórgarð hevði liðið ein sera tryggan aftasta skansa, sum tók sær av øllum tí, sum leirvíkingar tveittu fram ímóti honum.

Mitt í øllum trýstinum frá leirvíkingum eydnaðist brádliga B36 at leggja seg á odda, tá Johnny Samuelsen hevði seinasta fótin á eftir trunkaspæl.

Í seinna hálvleiki royndu LÍF leikararnir at trýsta alt tað, teir vóru mentir, men úrslitið broyttist tó einki.

Fegnir kundu B36 leikararnir fara heim aftur til Havnar, meðan teir ásannaðu, at teir nú eru um at vinna seg upp á heiðursmerkjapláss.

Her eru leirvíkingar ikki enn at síggja, men munurin millum ymsu liðini á talvuni er sera lítil, og enn kunnu leirvíkingarnir so langt ífrá avskrivast.


LÍF-B36 0-1 (0-1)


0-1: Johnny Samuelsen