Fyrr í dag fekk Rás2/in.fo orðið á Jákup á Borg, sum er leikandi hjálparvenjari og liðskipari hjá B36.
Jákup á Borg fegnast um tey trý stigini B36 fekk ímóti B68 á ovara vølli í Gundadali ígjár. Ikki minni fegin er hann um trý framúr vøkur mál.
Nú stendur HB á skránni komandi sunnudag. Jákup undirstrikar, at sjálvt um talan er um eina odda- og grannauppgerð, so fyrireika teir í B36 seg til tann dystin, sum einhvønn annan dystin. Stevnan hjá B36 er, at teir skulu fara í summarfrí fríggjakvøldið 27. juni, og framvegis verða ósigraðir í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum vit gjørdu við Jákup á Borg fyrr í dag.