B36 ætlar at reisa seg

Tað eru meiri enn fýra ár síðani, at NSÍ vann á útivølli ímóti B36

Stóru FM favorittarnir í B36 fáa seinnapartin vitjan av NSÍ. Gestirnir bíða framvegis eftir, at tað skal eydnast at vinna ímóti øðrum enn teimum trimum niðastu. Ímóti KÍ løgdu teir seg framum, men inntil tað restaðu tríggir minuttir var tap í hendi:

-Vit løgdu væl fyri, og vit kundu havt skorað fleiri mál, so vit trúgva framvegis upp á tað, segði Christian Høgni Jacobsen, sum er aftur í Runavík eftir at hava verið burturi í trý ár.

Tá ið B36 vann FM í 2011 tapti árstalsfelagið fyrstu ferð í 17. umfari. B36 er topplið og greiður FM favorittur, og aftur í ár tapti liðið fyrstu ferð í 17. umfari. Hetta var fyrsta B36 tapið síðani á mikkjalsmessu í fjør. 29. september í 2013 vann NSÍ 4-0 á heimavølli ímóti B36. Tá lá væl fyri hjá NSÍ at vinna ímóti teimum størstu, tí tríggjar vikur seinni vann NSÍ 4-2 á meistarunum í HB!

-Eg harmist um úrslitið. Men hóast vit taptu 1-0 við Margáir, so kann eg ikki seta fingurin á avrikið. Vit spældu væl, og spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avtalað, staðfesti B36 venjarin Sámal Erik Hentze sunnudagin. Síðani er Adrian Cieslewicz farin av landinum. Hann var tó ongantíð fastur maður á B36 liðnum.

Tølini siga, at tað seinnu árini hevur verið torført hjá NSÍ á útivølli ímóti B36. NSÍ hevur einki stig vunnið í Gundadali ímóti B36 síðani 16. mai í 2010, tá ið heimaliðið legði rygg til rimmar tap upp á 5-1. Síðani tá hevur B36 fýra ferðir spælt ímóti NSÍ í Gundadali. Heimaliðið hevur vunnið fulla úrtøku við samantalda málmuninum 14-6!

Tá ið B36 fyrr í summar vitjaði við Løkin, kendu heimamenninir seg vera ógvuliga óhepnar. B36 vann 1-0, men tað var NSÍ, sum størsta partin av tíðini var omaná og hevði risa málmøguleikar.