Hóast minnini frá 2005 finaluni í síðstu umfari ímóti HB eru góð, so er ynskið hjá øllum í B36 – eisini kassameistaranum – at sleppa undan finalu um FM heitið ímóti HB leygardagin. Um tað eydnast at vinna á Svangaskarði í dag, so verður dagsskráin leygardagin at taka ímóti gullkrónunum og FM steypinum.
At verða meistari verður ongantíð gerandiskostur, men summi hava staðið oftari við gullinum enn onnur. Jákup á Borg er liðformaður í B36, og hann hevur fimm ferðir verið meistari – í 1997, 2001 og 2011 við B36 og í 2004 og 2006 við HB.
B36 liðformaðurin sigur seg hava góða kenslu, nú teir í árstalsfelagnum leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til ferðina inn á Toftir. Ætlanin er at hava FM heitið 2014 við suður aftur í høvuðsstaðin:
-Vit hava havt tvær fínar venjingarvikur. Tórður Thomsen og Alex Mellemgaard hava verið upptiknir á landsliðnum. Odmar Færø og Róaldur Jakobsen góvu avboð til landsliðið, tí teir vóru skaðaplágaðir. Nú eru teir komnir fyri seg. Hørður Askham er tøkur aftur eftir leikbann, so vit verða fullmannaðir á Toftum.
Tað hevur verið tosað um, at tað er torført at varðveita fokus, tá ið meistaraheitið er so stutt burtur?
-Sjálvandi verður tað nógv tosað, og ferðslan í felagshúsinum og kring vøllin er stór. Men fyri venjarar og spælarar hevur tað hesar báðar vikurnar, nú tað hevur verið steðgur í landskappingini, verið av alstórum týdningi at varðveita fokus á uppgávuni og avbjóðingini. Vit hava staðið okkum væl í eitt langt kappingarár. Tað hevði verið øgiliga spell, um vit nú søplaðu møguleikan burtur, tá ið FM bara er ein sigur burtur. Gongdin tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur víst, at vit eiga tað í okkum, sum skal til fyri at fullføra uppgávuna. Vit vunnu í Runavík og Fuglafirði, hóast vit vóru aftanfyri, og hóast úrslitið í Gundadali ímóti EB/Streymi var 1-0 sigur, so smurdu vit teir av.
Hvør verður taktikkurin á Svangaskarði?
-Nú er kappingin 25 umfør gomul, so tað er neyvan nakað serligt, sum kemur óvart á nakran í nøkrum dysti. Hjá okkum snýr tað seg nógv um at fáa leikferðina upp og at varðveita høga leikferð. Tað hava vit arbeitt nógv við í venjingunum. Um tað eydnast at vísa tað, sum vit hava vant, so eiga vit at vinna. Um tað ikki eydnast at vinna ímóti einum liði, sum er flutt niður, so kunnu vit spyrja okkum sjálvar, hvussu uppiborið tað er, at vit vinna FM. Hetta skal ganga, tí vit hava nógvar góðar og royndar spælarar, sum vita, hvat tað snýr seg um, sigur Jákup á Borg. Umframt at vera liðformaður er hann hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze.
B68 spælir í dag fyri síðstu ferð á heimavølli í hesum umfariunum. Hóast tað longu er greitt, at B68 flytur niður aftur í næstbestu deildina, so hevur úrtøkan ikki verið so soltin seinastu ferðirnar. Burturúr trimum teimum seinastu dystunum hava toftamenn vunnið fýra stig – við 1-0 sigri á KÍ og við 1-1 á Skála.
B68 liðformaðurin Jann Ingi Petersen er so mikið plágaður av liðbansskaða í knænum, at hann er ikki førur fyri at spæla.