B36 60 sekund frá vanlukkuni

Tað hevði verið ein beiskur biti at svølgt hjá hvítu og svørtu viðhaldsfólkunum í høvuðsstaðnum, um B36 misti oddasessin á heimavølli móti B71. Tað var á málstrikuni, at B36 fór framvið botnproppinum

Stóru og hvítu tølini á máltalvuni í Gundadali vísa 90.03. Talvan steðgaði sum vanligt, tá farið var um vanligu leiktíðina. Gott og væl tveir minuttir eru spældir av teimum fýra minuttunum, dóm­arin hevur lagt afturat. Við­halds­fólkini í fullsetta B36-hús­inum hava býtt upp í tveir bólkar. Nøkur rista við høvdinum og staðfesta, at meistaraheitið er rokið. Tey væntaðu, at B36 fór at koma spákandi til stórsigur. Hini eru meira bjartskygd. Hesir algoystu áskoðararnir stuðla fram­vegis sínum fótbóltshetjum við rópi og sangi.
Støðan er 1-1. Hetta væntaði eingin. Eingin væntaði, at vána­ligasta fótbóltsliðið higartil í kapp­ingini fór at standa seg so mikið væl í borgini hjá besta lið­num higartil. B36, sum hevur verið á bóltinum næstan alla­tíðina, er 60 sekund frá vanlukk­uni, snøgt sagt. At fáa eitt stig burturúr, tá B71, sum skal spæla millum teir næstbestu næsta ár, er ein vanlukka. Rætt og slætt.
Men. »Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt«, er ein av mest ússa­ligu og slitnu fótbólts­klisjéunum. Tað sigur seg sjálvt. Øll vita eisini, at mál kunnu koma burtur úr ong­um. Tí er eingin orsøk at kasta frá sær.
Lukasz Cieslewicz ger enn eina roynd. Pólski framherjin hevur verið ágandandi í seinna hálvleiki. Tað gav úrslit, tá hann hamraði bóltin í netið eftir uppspæl frá innskifta Mahmud Suleiman. Tá restaðu átta minuttir í. Nú royna Cieslewicz og Suleiman, sum báðir hava eina fortíð í danska Brøndby, aftur. Teir spæla væl sam­an, og hvirluvindurin úr Pól­landi setir beina kós móti mál­inum. Einmansherðurin er komin upp í ferð og smoyggir seg framvið serbiska Bojan Zivic. Miðverjin nær ikki at byrja renni­teinin av. Zivic veit, at hann má steðga honum, annars fær B36 sigursmálið um tvey sekund. Hann toyggir seg í hvørjari lykkju. Cieslewicz fer um koll. Dóm­arin er knappur og floytar.
Brádliga skera ídnu viðhalds­fólkini í B36-húsinum í eitt ýl. Fagnaðurin fær ongan enda. Alt er á gosi. Sangur og gleðisróp alla­staðni.

Sandoyingar vóru drúgvir
Jákup á Borg var aftur fremsti maður undir liðini á Lukasz Cieslewicz. Teir hava staðið seg væl í hesum kappingarárinum, men hesa ferð gekk ikki serliga væl at sparka lítlu leðurkúluna í mál­ið hjá mótstøðuliðnum.
Arbeiðssomu sandoyingarnir vardu seg sum frægast. Tvørir og treiskir, hóast bara æran er at spæla fyri. Tað stóð eisini væl til hjá gestunum í hálvleik­-
inum. Mið­skeiðis í fyrra um­farinum tók Mohammed Tijani av einum upp­lagdum møguleika, tá hann var fríur í brotsteiginum og stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Høgna Midjord. Gudmund Nielsen var sera nær at økja um leiðsluna stutt eftir.
Jákup á Borg heldur, at sand­oy­ingar vóru serliga raskir á mið­vøllinum.
– Eg dugi ikki at siga, um nerv­arnir plágaðu okkum. Vit fáa ongantíð ferð á spælið, men einki skal takast frá teimum. Teir góvu okkum sera lítið pláss at spæla á, og teir søktu eisini at okk­ara máli eftir snarálop. Vildi væl til hjá teimum, fingu teir eitt mál afturat í seinna hálv­leiki, ásannar Jákup á Borg, sum misnýtti ein upplagdan møgu­leika eftir steðgini. Tað var ein av fleiri møguleikum, sum stungu seg upp, tá B36 áhaldandi spark­aði bóltin inn í brotsteigin hjá B71.
– Í hálvleikinum taka allir undir við venjarunum, at vit skulu taka okkum saman. Vit róptu nógv býtt eftir hvørjum øðrum í fyrra hálvleiki, tí vit vóru frusteraðir. Tað skuldu vit gev­ast við, og heldur hugsa um at spæla fótbólt. Tað gav úrslit, sig­ur Jákup á Borg.

Brotssparkið
Ransin N. Djurhuus, dómari, hev­ur bríkslað fyri brotssparki í sein­astu sekundunum. Avtalan er, at verður brotssparkið framt móti Lukasz Cieslewicz, vil hann ikki skjóta. Jákup á Borg kennir sín leiklut sum liðskipari, nú Klæmint Matras er útskiftur. Jákup á Borg og liðfelagarnir eru um at missa tað, teir hava knoss­ast fyri alt árið, á gólvið. Meistara­heitið. Fær B36 ikki øll stig­ini, kann EB/Streymur vinna seg upp á tindin, tá bara trý um­før resta í. Tað stendur nógv upp á spæl.
– Eg hugsaði bara um at full­føra sparkið, sum eg havi gjørt so ofta fyrr. Tað ráddi um at smekka kúluna til eina síðu. Alt, sum eitur meistaraheitið, steyp og gull, varð skúgvað til viks. Tað rigg­aði. Eg var púra kaldur, tá eg rann til bóltin, sigur Jákup á Borg.
Framherjin við eyðkenda 9-tal­inum á rygginum er tryggur. Hann sendur bóltin til sína vinstru síðu, meðan málverjin Símin Rógvi Hansen stendur og hyggur at. 2-1. Ger so væl. Nú brøla øll viðhaldsfólkini í B36-hús­inum av gleði. Jákup á Borg fer stórleypandi móti hvítu og svørtu fjepparunum, sum tykjast hava gloymt seg sjálvan eina løtu. Jákup á Borg fer upp frá og buldrar sín høgra arm upp í loft, sum slær hann eftir onkrum í luftini. Hetta var ein stórur lætti.

- - -

»Tín idiot!«
B36-áskoðararnir vóru í øðini, tá Gudmundur Nielsen, B71, varð útskiftur leygardagin. Ikki tí. Álopsmaðurin spældi væl og var ein støðug hóttan. Tað tók eisini broddin av álops­spælinum hjá sandoy­ingum, at hann fór út. Tá Gudmundur Nielsen var á veg av vøllinum, fór hann úr síni gulu spælitroyggju. Hann bar bara eina undirtroyggju, har hann hevði skrivað »EB/STREYMUR« á við myrkabláari týssj, meðan hann klappaði at B36-áskoðar­unum. Við hesum vildi Gudmundur Nielsen vísa, hvør vónandi fer at vinna føroya­meistaraheitið. Tá var 1-0 til B71.
Setningar sum »tín idiot!« og »ósportligi fani!« skolaðu oman yvir hann sum ein flóðalda.
Jákup á Borg, B36, ásannar, at Gudmundur Nielsen hevur rætt at provokera, men hann ivast samstundis í, um tað sømir seg.
– Eg haldi, at hatta var tápu­ligt. Tá eg skeyt sigurs­málið, hevði eg hug at renna yvir hans­ara fyri at svara aftur. Eg vildi heldur hugsa um okkum og fagna málið saman við okk­ara áskoðarum, sigur Jákup á Borg.
Símin Rógvi Hansen, B71, ger greitt, at tað var Gudmundur Nielsen, sum argaði, og ikki fót­bóltsfelagið B71. Hann sigur, at sandoyingar fara at gera alt fyri at fáa stig við Margáir, tá EB/Streymur og B71 spæla tann 16. oktober.
Gudmundur Nielsen hevur fyrr spælt við EB/Streymi. Ransin N. Djurhuus gav honum gult kort fyri provokatiónina.