B36 36 stig og nýtt topplið

Í evstu løtu eydnaðist árstalsfelagnum at vinna 3-1 á Argjum, meðan KÍ og NSÍ spældu 3-3 í Klaksvík, og Víkingur smurdi HB av

Eftir at NSÍ hevur verið topplið sekstan tey fyrstu umførini, so fer B36 í summarfrí sum oddalið.

Í kvøld endaði sera dramatisk, spennandi og tøtt uppgerð í Klaksvík millum KÍ og NSÍ 3-3.

B36 var á Argjum, og tað eydnaðist árstalsfelagnum at vinna 3-1, men tað stóð nógv á. Inntil tíðin var um at vera farin, stóð tað á jøvnum 1-1, men í síðstu løtu skoraði B36 tvær ferðir, og harvið eru meistararnir í B36 tvey stig undan NSÍ, nú 17 umfør eru farin og kappingin verður í summarfrí fram til um ólavsøkumundið.

 

Í Sarpugerði í Gøtu vant Víkingur burturúr HB. Úrslitið var 3-0, og heimasigurin kundi væl havt verið uppaftur meiri sannførandi ímóti HB, sum í kvøld restaði liðformannin Fróða Benjaminsen og álopsveteranin Andrew av Fløtum. Í 2. hálvleiki noyddist verjuskansin Jóhan Troest Davidsen skaddur av vøllinum. HB hugburðurin var alt annað enn góður. Væl upplagda heimaliðið var betri í øllum ódnum og í øllum lutum í spælinum. Sigurin ber við sær, at Víkingur nú er greitt á triðja plássi.

 

Í Klaksvík var KÍ frammanfyri 1-0 og 2-1, men NSÍ vildi ikki gevast, og tá ið NSÍ eina løtu í 2. hálvleiki var frammanfyri 3-2, tóktist tað sum um, at gestirnir skuldu fara avstað við øllum. KÍ bardist fyri lívinum, tað eydnaðist at javna, og síðstu løtuna løgdu báðir partar nógv fyri í roynd at skora sigursmálið.

 

Í gjárkvøldið endaði tað 3-3 millum ÍF og FC Suðuroy. Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður leygarkvøldið, tá ið TB á jóansøku fær vitjan av EB/Streymi.

 

17. umfar

Í gjárkvøldið

ÍF-FC Suðuroy 3-3 (1-0)

1-0: Dánjal á Lakjuni 30.

1-1: Valerian Iobashvili 52.

1-2: Jón Krosslá Poulsen 70.

2-2: Clayton Soares 72.

2-3: Mamuka 80.

3-3: Adeshina Lawal 86.

Dómari: Lars Múller

ÍF: Hallgím Gregersen Hansen – Leivur Joensen, Áki Petersen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Kristoffur Jakobsen, 75.) – Karl Løkin, Nenad Saric – Andy Ó. Olsen (Fritleif í Lambanum, 39.), Clayton Soares, Ari Ó. Ellingsgaard (Adeshina Lawal, 67.) – Dánjal á Lakjuni

Gult kort: eingin

FC Suðuroy: Rani Nolsøe Johannesen – Dánjal Godtfred (Christian Ibeagha, 85.), Valerian Iobashvili, Heini Bech,  Tóki Mortensen (Teitur Mortensen, 70.) – Salmundur Bech, Høgni Madsen – Búi Egilsson, John Tordar Poulsen, Palli Augustinussen (Jón Krosslá Poulsen, 46.) - Mamuka

Gult kort: Salmundur Bech, Høgni Madsen, Tóki Mortensen og Valerian Iobashvili

 

Í kvøld

AB-B36 1-3 (1-1)

0-1: Høgni Eysturoy 7.

1-1: Jógvan Skeel Nolsøe 39.

1-2: Høgni Eysturoy 89.

1-3: Róaldur Jakobsen 90.

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Niklas Thomsen - Andras B. Vágsheyg, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen - Kári Nielsen, Mikkjal Hentze (Hørður M. Mohr, 14.) - Álvur F. Christiansen, Jobin Drangastein, Kristin R. Mouritsen (Bjartur Kjærbo, 73.) - Jógvan Skeel Nolsøe (Karstin Højgaard, 80.)

Gult kort: Beinir Ellefsen, Jobin Drangastein, Kristin R. Mouritsen

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø (Gestur B. Dam, 20.), Benjamin Heinesen - Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen - Jákup á Borg (Pætur Petersen, 67.), Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen - Ibrahima Camara

Gult kort: Gestur B. Dam, Eli Falkvard Nielsen, Ibrahima Camara

 

Víkingur-HB 3-0 (2-0)

1-0: Gunnar Vatnhamar 32.

2-0: Heðin Hansen 35.

3-0: Atli Gregersen 66.

Dómari: Alex Troleis

Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Philip Djordjevic (Hjartvard Hansen, 85.) - Andreas Lava Olsen (Gert Hansen, 75.), Finnur Justinussen

Gult kort: Philip Djordjevic, Bárður J. Hansen

HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen (Arnbjørn Hansen, 70.), Gunnar Haraldsen (Rógvi S. Holm, 46.), Alex José dos Santos - Bartal Wardum (Poul Ingason, 46.), Heini Vatnsdal - Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen - Adrian Justinussen

Gult kort: Teitur Matras Gesstsson, Jógvan Rói Davidsen, Poul Ingason

 

KÍ-NSÍ 3-3 (2-1)

1-0: Heðin Klakstein 5.

1-1: Klæmint A. Olsen 12.

2-1: Kenan Hajdarevic 27.

2-2: Magnus H. Olsen 47.

2-3: Jónhard Frederiksberg 63.

3-3: Henry Heinesen br 72.

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Meinhardt Joensen - Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye (Mayowa Oladele Alli, 49.), Ísak Simonsen - Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen, Heðin Klakstein (Heðin á Lakjuni, 86.) - Jóannes Bjartalíð, Kenan Hajdarevic

Gult kort: Heðin Klakstein, Jóannes Bjartalíð, Kenan Hajdarevic

NSÍ: Andras Gango - Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen (Haraldur R. Højgaard, 53.), Einar Tróndargjógv - Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen - Jann Martin Mortensen (Jónhard Frederiksberg, 60.), Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 72.) - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Jens Joensen, Haraldur R. Højgaard

Reytt kort: Árni Frederiksberg 86. (beinleiðis reytt) á beinkinum  

 

Leygarkvøldið

TB-EB/Streymur

 

Støðan

B36 36

NSÍ 34

Víkingur 33

HB 30

KÍ 25

ÍF 20

TB 17

FC Suðuroy 14

AB 9

EB/Streymur 6

TB og EB/Streymur hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.