B1908, har teir báðir føroysku leikararnir, Øssur Dalbúð og Oddur Højgaard spæla, hevur í dag spælt móti oddaliðnum í aðru deild eystur, FC Helsingør. Dysturin endaði við at oddaliðið, FC Helsingør, vann dystin 3-1.
Men móti endanum av dystinum, var tó nær, at B1908 kundi fingið ein heldur óvæntaðan javnleik burturúr dystinum. Teir brendu tó góðan møguleika móti endanum, og í yvirtíðini økti FC Helsingør um munin, soleiðis at endaliga støðan bleiv 3-1 til FC Helsingør.
Á liðnum hjá B1908 í dag, spældi Oddur Højgaard allan dystin í miðverjuni, meðan Øssur Dalbúð framvegis hevur ein skaða at dragast við, og tí var hann ikki við í hópinum til dystin í dag.
Ósigurin ber við sær, at B1908 nú einans er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna í aðru deild eystur.