B1908 basti favorittunum

Heldur óvæntað vann B1908 í dag stórsigur móti liði, sum telist millum favorittarnar til uppflyting

 

Fleiri dystir hava verið á skránni í triðbestu donsku deildini í dag.

 

Millum annað vann Fremad Amager 2-0 móti Næsby í dag, við Heina Vatnsdal og Christian Lamhauge Holst í hópinum.

 

Les eisini: Heini og Holst á uppflytingarkós

 

Eisini B1908, sum hevur tveir føroyingar í hópinum, vann í dag ein sannførandi sigur. B1908 vann 4-1 á heimavølli móti AB, sum seinasta kappingarár spældi í næstbestu donsku deildini.

AB telist millum stóru favorittarnir til uppflyting aftur, tí at tað er eydnast AB at halda fast uppá fleiri av profilunum frá næstbestu deildini í fjør.

 

Tó so, var avrikið hjá B1908 í dag sannførandi, har stóri spælarin var álopsspælarin Casper Offenberg, sum skeyt øll fýra málini fyri B1908.

 

Oddur Højgaard var á vøllinum allar 90 minuttirnar fyri B1908, meðan Jógvan á Lað Jacobsen ikki var á vøllinum.

 

Eisini Svendborg, har Julian Johnsson er venjari, spældi í dag dyst. Teir spældu á útivølli móti B93, og taptu teirra dyst 3-1.