Suðurstreymoyingar og kollfirðingar hava skrivað eina týdningarmikla søgu hesi seinastu árini. Teir hava brotið niður garðar og mørk, so alt økið, sum høvuðsstaðurin nú fevnir um, kann mennast undir einum.
Samanleggingin av fleiri smærri kommunum við ta stóru kommununa í landsins miðdepli tryggjar sera góðar møguleikar fyri eini skipaðari og skilagóðari menning av landsins miðstøð, og veitir fólkinum á hesum leiðum betri livi- og virkismøguleikar.
Meðan fólk aðrastaðni í landinum tykjast trek at ganga saman í størri eindir at loysa átroðkandi samfelagsspurningar, hevur ein jøvn gongd fram móti størri kommunueind verið í syðra parti av Streymoynni tann seinasta aldarfjórðingin.
Tórshavnar Kommuna skorðaði einamest á, at fáa Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Argir, Syðradal og Norðadal uppí. Hetta sama hevur eisini staðið grannunum norðanfyri Hórisgøtu í boði, og nú samgongurnar blivu so góðar, tóku kollfirðingar av á fólkaatkvøðu.
Hugsa vit bara hendan sama aldarfjórðingin aftur í tíðina, so vóru møguleikarnir at menna Suðurstreym ikki nóg góðir, tí smáar, partvís ósamanhangandi, kommunalar eindir gyrdu Havnina inni.
Hesum eru vit tíbetur komin burturúr, og avbjóðingin í dag er at taka við teimum møguleikum, sum samanleggingarnar hava við sær, og leggja doyin á at menna alla kommununa sambært teimum møguleikum, sum eru á teimum ymsu støðunum.
Tí var tað nattúrligt á ráðhúsinum í Havn at vísa felagnum við frystihotellinum á at byggja á keiøkinum í Kollafirði, og tí er tað eisini sjálvsagt, at eitt nú ringvegagerðin í Marknagili heldur fram út á Argir.
Tað er ein sjálvfylgja, at allir borgarar í hesi samanløgdu kommunu hava somu rættindi og somu møguleikar eins og teir hava somu skyldur í felagsskapinum.
Tað kann tykjast langt av Kjalnesi suður á Argir, men hetta er ikki nakað heilt ónátúrligt samband. Fara vit eitt sindur aftur í tíðina, kann staðfestast, at fólkini, sum bygdu Argir í árinum 1829, komu beint av Kjalnesi.
Har hevði í nøkur ár búð hvalbingurin Andrass Mortansson av Hólarlagi, sum var giftur við Elspu Dánjalsdóttir av Kjalnesi. Hon var dóttur ein toftamann, sum var uppsitari á náðinsgarðinum hjá presti, og mamma hennara var úr Uppistovu á Miðgerði.
Kennskapur og ættarbond gjørdu, at gott samband var millum kollfirðingar og teir fyrstu argjamenninar. Nú hava argjamenn og kollfirðingar so tikið saman aftur við allari Havnini ímillum sín. Tað skuldi boðað frá góðum.