Býurin er á tremur við list

Vit kaga í ólavsøkuskránni og geva tær prei um, hvar listin er at finna.

Ólavsøkuskráin er rúgvismikil sum vanligt og tað kann vera lætt at villast í øllum tiltøkunum. Vit í in.fo hava tí gjørt av at hyggja nærri at skránni og savna allar framsýningarnar saman í einum stað. Seinni í dag kemur eitt yvirlit yvir, hvør tónleikur er at njóta á ólavsøku.

 

Í Steinprent niðri á Skálatrøð er ein framsýning, sum verður nevnd Abstrakt Summar. Tað eru Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Julie Sass og Ian McKeever, sum sýna fram.

 

Uttan fyri býarkjarnuna, uppi á Hálsi, er ein framsýning í granskarasetrinum iNova. Har er tað Jón Sonni Jensen, sum vísir forvitnisliga nútíðarlist fram undir heitinum Viscera-Construct. Longur uttan fyri býin, í Norðurlandahúsinum, er framsýningin Eitt ár í Føroyum.

 

Millum meiri sermerktu framsýningarnar er eisini tann hjá Joe Cole í Magnus Heinasonargøtu. Joe Cole arbeiðir við trælist og at dreya oog hann fer eisini at vísa, hvussu hann dreyar.

 

Ein onnur heldur sermerkt framsýning er tann hjá Anitu Køtlum – ella A9TA – sum er í Køtlum Hárfríðkan í Tróndargøtu. Talan er um eina málningaframsýning við seyðamálningum.

 

Annars sýnir Tummas Jákup Thomsen fram í Kongagøtu og Kári Svensson í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Árligu framsýningarnar eru eisini. Listagluggin hevur aftur í ár eina søluframsýning við nógvum av okkara mætaru málarum. Lions Club framsýningin er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi, og sjálvandi er árliga ólavsøkuframsýningin eisini í Listaskálanum.

 

Eisini hava Tjóðsavnið, Útisavnið í Hoyvík og Sjósavnið opið um ólavsøkuna.