Mikudagin 24. november verður ein nýggj bók hjá Birgari Johannessen løgd fram í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn.
Talan er um bókina ?Tórshavn - býur og býarbørn?, ið snýr seg um havnarfólk, sum eru fødd árini 1901 til og við 1905. Bókin er 240 síður við hópin av myndum og ymiskum yvirlitum. Í hesum tíðarskeiði var m.a. fyrsta fimleikarfelag í landinum stovnað eins og fyrsta hornorkestur, umframt Havnar Boltfelag, Losjan og fyrsti føroyski politistur verður settur í starv.
Í bókini stendur m.a. hvat kommunan kostaði at reka í 1902-1903, eins og dagførdur skipalisti er í bókini. Perman á bókini er prýdd við einum málningi, sum Kristin í Geil málaði umleið 1910. Bókin verður løgd fram og signerað í Posthúskjallaranum mikudagin frá kl. 15-18.
Bókin er bygd upp sum eitt uppslagsverk, ið hevur stóran týdning fyri Havnina, sum helst er einasti býur í heiminum, sum kann vísa á lívsskeiðið hjá hvørjum einstakum borgara, sigur Birgar Johannesen.