Bóðu danir um at gevast við blokkstuðli

Tá 200 í sambandi við sína konsertferð í Danmark vitjaðu í útvarpssendingini, bóðu teir 600.000 danir um, at gevast við at senda pengar til Føroya

Tónleikur


Føroyski punkbólkurin 200 er í hesum døgum á konsertferð í Danmark. Í kvøld spæla teir í Studenterhuset í Århus, og í gjárkvøldið hitaðu teir upp fyri norska rokkbólkin Skambankt í VEGA á Vesterbro í Keypmannahavn. Á hesum konsertum spæla teir fyri ímillum nøkrum hundra og nøkrum túsund áhoyrarum. Men á konsert síni mikudagin spældu teir fyri munandi fleiri. Tá var punkbólkurin gestur í sendihølunum hjá donsku útvarpsstøðini P3. Har teir vitjaðu sendingina ”De Sorte Spejdere”. P3 er nógv tann best umtókta danska útvarpsstøðin, og 200 spældu fyri 600.000 lurtarum. Danir sluppu at uppliva 17 føroysk punkt løg spæld uppá 20 minuttir, har var ikki so nógv fjas ímillum, men onkur boðskapur á donskum kom upp ímillum. Eftir eina brakandi og larmandi framførlsu nú bað Niels Arge Galán danir um at gevast við at senda pening til Føroya, við orðunum:

-PS, hold op med at sende penge til Færøerne

Leingi hevur verið ætlanin, at føroyski punkbólkurin hevur skula spælt í sendingini. Tónleikurin hjá 200 verður javnan spældur í vælumtóktu seinnapartssendingini, og í eini sending í vár, bjóðaðu vertirnir føroyska bólkinum at luttakaa, og ætlanin var, at 200 skuldu spæla í sjálvari endasendingini, áðrenn summarfrítíðina, men henda sending varð avlýst vegna sjúku. Men nú eru De Sorte Spejdere aftur í luftini, og í sambandi við at 200 spæla í Danmark, sluppu teir at vitja í upptøkuhølinum. Konsertin við 200 liggur í ljóð og livandi myndum á heimasíðuni dr.dk.