Báturin var ikki góðkendur

Báturin, sum holvdist við 13 eftirskúlanæmingum og tveimum lærarum á Præstø-fjørðinum við Suðursæland í gjár, hevði ikki ta neyðugu trygdargóðkenningina frá Sjóferðslustýrinum.

-Hetta er ein sera harmilig vanlukka, og hon átti ikki at henda. Báturin skuldi verið sýnaður og góðkendur, men tað var hann ikki. Vit hava ikki kannað og góðkent hendan bátin, sigur Lars Nielsen, sum er sýnsleiðari hjá Sjóferðslustýrinum.

Hann vísir á, at tá eftirskúlar brúka bátar til at sigla við næmingum, metir Sjóferðslustýrið tað sum vinnusigling, og tá skulu bátarnir hava trygdargóðkenning frá stýrinum.

Teir 13 næmingarnir og annar lærarin liggja á sjúkrahúsi, og læknarnir siga, at seks av næmingunum eru framvegis í lívsvanda. Hin lærarin, ein 44 ára gamal maður, er ikki komin afturíaftur.