Í Vági verður í løtuni gjørt klárt til at halda nýggjár, og sum vanligt er lagt upp til eitt nýggjársbrak.
Sum vant seinnu árini, verður báturin, sum skal brennast, prýddur. Og soleiðis er eisini í ár. Sum sæst á myndini, er eitt sindur gjørt burturúr at prýða bátin.
Tað er Jakob Skaaning, sum er oddamaður, tá báturin skal prýðast. Vanliga hevur hann fyrireikað heima í túninum, men í ár er nýggja útgerðin, sum Vágs Skúli hevur fingið við sínum FabLab, tikin í nýtslu.











