Báturin hjá hinum 60 ára gamla útróðrarmanninum úr Hirtshals, sum hvarv fyri hálvari triðju viku síðan, er nú funnin á havsins botni nærindis Hirtshals. Mikumorgunin byrjaðu fólk í Hirtshals at finna vraklutir av útróðrarbátinum HG37. Hetta vóru ymiskir lutir, sum skolaðu upp á land gjøgnum dagin.
Útróðrarmenn í Hirtshals hava í seinastuni havt varhugan av, hvar báturin er sokkin, tí teir hava lagt til merkis, at eitt hvørt órógvandi liggur við botnin, tá reiðskapurin hjá teimum er komin framvið.
Nú hevur Søværnets Operative Kommando (SOK) verið á leiðini og hevur kannað botnin við einum lítlum undirvatnsbáti, sum hevur tikið myndir av tí, sum útrórðarmenn hava hildið kundi verið HG37.
Úrslitið av kanningunum prógva, at hetta er báturin hjá tí 60 ára gamla útróðrarmanninum, sum hvarv fyri hálvari triðju viku síðan.
Maðurin er ikki komin afturíaftur, men nú verður farið undir at kanna, um staðfestast kann, hví útróðrarbáturin sakk.
Tað skrivar nordjyske.dk









